Skriva út
Lagt út: 28.09.2009

Væleydnað Vísindavøka


Vísindavøkan 2009 er farin aftur um bak og tiltakið eydnaðist eftir okkara tykki heilt væl. 

Fyrsta kvøldið varð hildið í Skúladeplinum í Suðuroy mikukvøldið 23. september. Tiltakið gekk sera væl. Útivið 50 fólk vóru og lurtaðu eftir áhugaverdu framløgunum, sum vóru 3 í tali.

Tað vóru Dennis Holm, Maria Skaalum Petersen og Ása Róin, sum løgdu fram.

Hóskvøldið 24. september var Vísindavøka á Náttúrugripasavninum í Havn. Her vóru umleið 40 fólk til framløgurnar hjá Hjálmari Hátún, Tóru Petersen og Onnu Mariu Fosaa.

Seinasta kvøldið var  hildið á Norðoya Fornminnissavni í Klaksvík fríggjakvøldið 25. september.
Nakað færri fólk, umleið 20, vór til framløgurnar hjá Katrin M. Næs, Karin Margrethu H. Larsen og Pál Weihe.

Vísindavøkan er partur av European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað 4. Fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. Endamálið við European Reserachers’ Night er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Við Vísindavøkuni ynskir Granskingarráðið at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.


Sí framløgurnar frá Vísindavøkuni 2009 í Suðuroy her:

Dennis Holm: Hví samfelagsgransking?

Maria Skaalum Petersen: Parkinsons sjúkan og umhvørvið

Ása Róin: Urinkontinens hjá kvinnum millum 60 og 65 ár í Føroyum. Títtleiki og ávirkan á gerandislívið


Framløgurnar frá Vísindavøkuni 2009 í Tórshavn verða lagdar út, so hvørt sum tær eru Granskingarráðnum í hendi. Eisini kanst tú hyggja eftir kykmyndum av framløgunum.

Hjálmar Hátun: Gróður á opnum havi
Sí kykmynd av framløguni her

Tóra Petersen: Sálarlig strongd hjá børnum og ungum 
Sí kykmynd av framløguni her

Anna Maria Fossaa: Plantuvøkstur í umhvørvi í broyting
Sí kykmynd av framløguni her


Sí framløgurnar og kykmyndir frá Vísindavøkuni 2009 í Klaksvík her:

Pál Weihe, yvirlækni: Umhvørviseitur og heilsan hjá hjá børnum í Føroyum
Sí kykmynd av framløguni her

Katrin Næs, cand.phil, Ph.D. lesandi: S fyri k - okkurt um, hvussu børn læra at skriva
Sí kykmynd av framløguni her

Karin M. H. Larsen, havfrøðingur, Ph.D.: Góð og ring ár á landgrunninum – týdningurin hjá umhvørvinum
Sí kykmynd av framløguni her