Skriva út
Lagt út: 10.12.2010

Væl vitjaður kunningar- og kjakfundur


9. desember skipaði Granskingarráðið fyri kunningar- og kjakfundi um PEOPLE skránna í FP7 á Havstovuni. Umframt eina framløgu um serskránna PEOPLE kunnaðu tey nýggu NCP-umboðini um teirra øki.

Eftir framløguna var kjakast um, hvussu vit á besta hátt kunnu gagnnýta teir møguleikar, sum eru í PEOPLE skránni og í FP7.

Umleið 30 fólk møttu til fundin.

Tak PEOPLE framløguna niður her
Tak ENVIRONMENT framløguna niður her


Gjørt verður eisini vart við eitt skeiðskatalog frá Forsknings- og Innovationsstyrelsen við FP7 skeiðum, sum tey skipa fyri í komandi ári.