Skriva út
Lagt út: 04.06.2015

Væl nøgdir luttakarar á EURAXESS ráðstevnu

Samstarv og flytføri var á breddanum týsdagin og mikudagin í farnu viku, tá umleið 80 fólk úr Noregi, Danmark, Svøríki, Finlandi og Føroyum hittust á norðurlendskari EURAXESS ráðstevnu, sum Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið skipaðu fyri í Norðurlandahúsinum.

Flestu luttakararnir á ráðstevnuni vóru starvsfólk á altjóða skrivstovum á universitetum í norðurlondum. Teirra dagliga arbeiði er at hjálpa útlendskum granskarum at flyta til og finna seg til rættis í nýggja umhvørvinum.

Á ráðstevnuni fingu luttakararnir høvi at hoyra um, hvussu ymiskir granskingarstovnar samstarva tvørtur um landamørk, og hvussu trupulleikar, ið stinga seg upp í sambandi við at flyta millum lond, verða loystir.

Leif Eriksson, ráðgevi í NordForsk, greiddi frá arbeiðnum hjá felagsskapinum, ið veitir stuðul til gransking og granskingarsamstarv í norðurlondum. Gudmund Høst, verkætlanarleiðari í NordForsk, greiddi frá granskingarsamstarvi tvørtur um landamørk í norðurlondum.

Høvi var eisini at hoyra um altjóða granskingarsamstarv í Lund í Skåne, har eitt stórt nýtt altjóða granskingarsetur verður bygt í løtuni. Axel Steuwer, ið fer menningarstjóri á økismenningarstovninum Invest í Skåne, greiddi frá týdninginum, ið nýggja setrið fer at fáa fyri norðurlond.

Harumframt greiddi stjórin á grønlendska granskingarstovninum Grønlands Naturinstitut, Klaus Nygaard, frá arktiska granskingarsamstarvinum, ið fer fram har. Stovnurin hevur stórar fyrimunir av tøttum altjóða samstarvi um gransking og undirstøðukervi.

Stórur áhugi var eisini fyri einum fyrilestri um nýggju evropeisku pensjónsskipanina fyri granskarar, ið Andreas Dahlén, fulltrúi í deildini fyri gransking og nýskapan hjá ES-nevndini, helt.

Umframt fyrilestrar vóru átta verkstovur hildnar um evnir, ið hava áhuga fyri granskarar, sum flyta millum lond.

Føroyar hava verið partur av europeiska EURAXESS-samstarvinum í trý ár. EURAXESS-tænastur eru í 40 londum í Evropa, sum veita granskarum leiðbeining og tænastur, ið gera tað lættari hjá teimum at flyta millum londini.

Norðurlendska EURAXESS ráðstevnan í Føroyum var tann triðja ráðstevnan, har starvsfólk á norðurlendskum universitetum og øðrum granskingarstovnum hittast at tosa um felags áhugamál.

Næsta ráðstevnan verður í Finlandi í 2016.