Skriva út
Lagt út: 19.09.2012

Útlongsul? Far á granskaraferð í Evropa

Kuffert geva fólki ymisk hugasambond. Fyri fólk flest er tað helst at ferðast og at taka sær av løttum. Men kuffert kunnu eisini brúkast til annað. Tað sæst á KUFFERT framsýningini, sum er í Pelagos við Havsbrún í hesum døgum.

Granskingarráðið hevur nýtt høvið til at minna á, at føroyingar hava møguleika at søkja sær stuðul til at fara aðrastaðni í Evropa at granska. Við granskingarsamstarvsavtaluni millum ES og Føroyar hava vit fingið atgongd til eina røð av stuðulsskipanum. Til ber at frætta meira um hesar skipani á komandi Vísindavøkuni ella við at lesa her

Til ber at síggja myndir av kuffertinum hjá Granskingarráðnum og av hinum framsýndu verkunum á okkara Facebooksíðu
 
KUFFERT-framsýningin er partur av Mentanarvikuni í Fuglafirði, sum er í døgunum 18.-23. september. Skráin sæst her