Skriva út
Lagt út: 11.04.2013

Útgreining av møguleikum og avbjóðingum í Arktis

Í morgun fekk løgmaður handað álit um Føroyar og Arktis. Talan er um eina útgreiðing av møguleikum og avbjóðingum hjá Føroyum í mun til broyttu umstøðurnar í Arktis.

Seinnu árini er áhugin fyri Arktis vaksin munandi og hendan gongdin væntast at halda fram. Tað eru serliga stóru náttúrubroytingarnar í økinum, orsakað av veðurlagsbroytingunum, sum skapa nýggjar vinnumøguleikar og reisa nýggjar spurningar. Hetta skapar eisini ítøkiligar vinnumøguleikar og áleggur nýggjar skyldur á Føroyar, sum liggja mitt í nýggju siglingarleiðunum til norðurleiðirnar.

Tað var Margretha Nónklett, fulltrúi á Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, sum á tíðindafundinum greiddi frá innihaldinum og arbeiðinum við álitinum. Síðani jhandaði hon Kaj Leo Holm Johannesen áltið.

Í álitinum verða fleiri evni viðgjørd og ítøkilig tilmæli verða gjørd fyri hvørt økið.

Ein týðandi partur er gransking og útbúgving. Har verður mælt til:

• At hava í huga, at ein støðug menning av føroyskum granskingarførleikum krevur eina  munadygga granskingarjáttan Raðfestingar skulu byggja á væl grundað fyrilit, soleiðis at fullur stuðul verður veittur til viðkomandi gransking, verkætlanir, samstarvsskipanir ella
útbúgvingar
• At granskingarpengar eiga at verða markaðir til verkætlanir, sum fremja samstarv millum granskarar, bæði innanlands og við granskarum uttanlands
• At játta pening í Granskingargrunnin, sum skal vera tøkur hjá stovnum og granskarum at søkja til eginfígging, tá ið teimum stendur í boði at gerast partur av altjóða granskingarsamstarvi við partvísari útlendskari fígging
At kortleggja, hvar ið Føroyar eru umboðaðar í dag í mun til arktiska økið, og um vit hava møguleika at vera við aðrastaðni eisini – á politiskum, embætis­ og granskarastigi Síðan raðfesta, hvar ið vit eiga at vera við og tryggja neyðuga fígging til at luttaka virkið í hesum
arbeiðsbólkum og netverkum
• At fylgja støðugt við og kunna onnur í Føroyum, um høvi er at taka lut í verkætlanum um arktisk viðurskifti og um møguligt er at fáa fígging
• At byggja upp og taka virknan lut í út­búgvingarsamstarvi í og um arktiska økið
• At raðfesta farlestur í samstarvi við partar í og um arktiska økið  

Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni hevur staðið fyri arbeiðinum. Ein kjarnabólkur við serfrøði úr vinnulívi, granskingarumhvørvi og almennum stovnum hevur ráðgivið í sambandi við arbeiðið.

Í bólkinum vóru: Marita Rasmussen, Vinnuhúsið, Jan Müller, Faroese Oil Industry Group, Annika Sølvará, Granskingarráðið, Ólavur Gregersen, Syntesa, Jákup Mørkøre, Fiskimálaráðið og Vilhjálmur Gregoriussen, Vinnuháskúlin.

Álitið kann takast niður á tinganes.fo

Mynd: oljan.fo/Jan Müller