Skriva út
Lagt út: 14.10.2015

Útboðini í H2020 fyri 2016/2017

ES nevndin hevur kunngjørt útboð og evni, sum lýsa stuðulsmøguleikar í Horizon 2020 fyri árini 2016 og 2017.

Útboðini fevna um evni innan tær sjey samfelagsligu avbjóðingarnar, umframt at stuðul verður latin til framúrskarandi gransking, ídnaðarliga leiðslu, verkætlanir hjá smáum og miðalstórum fyritøkum og til flytføri.

Útboðini eru viðkomandi hjá bæði almennum sum privatum umsøkjarum. Útboðini eru savnað í tvey ára arbeiðsprogramm við ásettum umsóknarfreistum í 2016 og 2017.

Á heimasíðuni Participant Portal ber til at leita fram útboð, reglur og krøv til umsóknina, umframt aðra viðkomandi kunning. Tað er eisini á hesari síðuni, at umsóknin verður skrivað og send. ES nevndin letur útboðini upp í góðari tíð áðrenn umsóknarfreistina, so umsøkjarin hevur góðar stundir at fyrireika umsóknina, áðrenn sent verður.   

Leita eftir arbeiðsprogrammi her

Les tíðindaskriv frá ES nevndini um íløguna í gransking og nýskapan komandi tvey árini her

Granskingarráðið hevur kunningartænastu um Horizon 2020. Fyri spurningar ella neyvari upplýsingar um Horizon 2020 ber til at seta seg í samband við Mariu Húsgarð á tel: 567802 ella maria@gransking.fo