Skriva út
Lagt út: 12.06.2012

Út í heim at granska ella toga granskarar til Føroya?

Freistin at lata inn umsókn til skipanina Marie Curie er 16. august 2012. Skipanin kann stuðla bæði yngri og royndum granskarum, sum kundu hugsað sær at farið burtur eina tíð ella granskarum, sum kundu hugsað sær at koma til Føroyar at arbeitt.

Talan eru um tríggjar skipanir, sum fevna um ymisk sløg av flytføri:

IOFInternational Outgoing Fellowship
Hendan skipanin er til granskarar, sum ætla sær til eitt triðjaland (land sum ikki er partur av ES ella hevur FP7 atlimskap) at granska í upp til 2 ár.
Les meira á Participant Portal

IIFInternational Incoming Fellowship
Hendan skipanin er til granskarar, sum hava arbeitt í einum triðjalandi og ætla sær til eitt land í ES ella eitt land við FP7 atlimaskapi at granska. Fíggjarligur stuðul úr ES verður latin í upp til 2 ár. 
Les meira á Participant Portal

IEFIntra European Fellowship
Hendan skipanin er til europeiskar granskarar, sum ætla sær til eitt annað ES land ella FP7 altimaland at menna sínar granskingarførleikar. Fíggjarligur stuðul verður latin í upp til 2 ár.
Les meira á Participant Portal

Felags fyri allar tríggjar skipanir er, at tær eru opnar fyri øllum granskingarevnum. Tað vil siga, at tað er granskarin sjálvur, sum ger av, hvar hann ynskir at fara og hvat hann vil granska.  

Les meira um Marie Curie skipanina

Spurningar kunnu stílast til john@gransking.fo ella við at ringja til John D. Olsen á 567802.