Skriva út
Lagt út: 12.09.2012

Upphavsrættur – internet skeið og filmstubbar

Ert tú bangin fyri at missa rættin til títt góða hugskot í eini europeiskari verkætlan? Í oktober og november skipar IPRHelpdesk fyri internet skeiðum (webniars) sum snúgva seg um ymisk upphavsrættarlig evni, ið kunnu taka seg upp í eini FP7 samstarvsverkætlan.

8. oktober byrjar røðin við tilsamans 9 pørtum við skeiðum: Introduction to Intellectual Property (IP) & Intellectual Property Rights(IPR).

Her er eitt yvirlit yvir skeiðini komandi tíðina: http://www.iprhelpdesk.eu/webinar-curriculum

Neyðugt er at melda seg til skeiðini. Tilmeldingin er longu opin til teir fyrstu partarnir.

Harafturat er eisini møguleiki at fáa meira at vita um upphavsrættindi ígjøgnum smáar filmar, sum eru gjørdir til endamálið.Filmarnir, sum eru 15-20 min. langir, snúgva seg um ymisk evni, sum eisini verða viðgjørd í teimum ymisku pørtunum í internet skeiðunum. Fyribils eru 3 smáir filmar tøkir. Hygg eftir teimum her: http://www.iprhelpdesk.eu/training/clips