Skriva út
Lagt út: 13.09.2013

Undirtal av kvinnum í føroyskum politikki

Sambært Beintu í Jákupsstovu, dr.polit., í stjórnmálafrøði so líkjast Føroyar frá hinum norðurlondunum tá tað kemur til kvinnuumboðan í politikki.

Beinta í Jákupsstovu hevur skrivað grein við heitinum "Kvinneunderskudd blant færøyske politikere – sett i lys av Norris’ traktmodell for rekruttering av politiske representanter"
Greinin er at finna í tíðarritinum Tidsskrift for Samfunnsforskning nr. 3, 2013.

Samandráttur av greinini
Føroyar líkjast burturúr hinum Norðurlondunum í tí at hava fá fólkavald konufólk. Endamálið við hesi greinini er at finna onkrar frágreiðingar upp á hetta. Støðið verður tikið í traktmyndlinum hjá Pippu Norris, ið vísir, hvussu politisk umboð verða sett við. Fyrst verður politiska mentanin greinað, serliga hvørja áskoðan  samfelagið hevur til, at konufólk luttaka í politikki. Siðbundna fatanin, av at menn eiga politiska pallin, er ikki longur sjálvsøgd. Føroyskir feministar og altjóða stovnar hava bjóðað hesi fatan av og kynsjavnvágin er vorðin nakað frægari. Harnæst  verður serliga hugt at valskipanini fyri Løgtingið, sum ger sítt til at halda mørkini við líka. Trúfestið móti flokkinum kappast við ynskini um økis- og kvinnuumboðan. Leikluturin hjá flokkunum er avmarkaður til at velja umboð til listan. Veljarunum stendur frítt at velja tað umboð hann vil. Flokkarnir siga seg vilja hava økta kvinnuumboðan, men tað verður ikki lagt nógv fyri at fáa fleiri konufólk vald. Í valstríðnum verður roynt at sleppa undan tvídrátti innanhýsis, sum ein raðfesting millum uppstillað á sama lista kundi ført til. Ein broyting í 2008 frá sjey valdømum til eitt hevur hert stríðið um økisumboðanina í Løgtinginum og tá kann verða neyðugt at lata ynskið um økta kvinnuumboðan víkja. Til seinast verður ein brigdil umrøddur, sum ikki er við í myndlinum hjá Norris, nevniliga støddin á tinginum. Gáttin fyri umboðan av undirumboðaðum bólkum kann verða serliga høg tá tingið er fáment.

Les um Beintu í Jákupsstovu í Heilagrunninum

Kelda: setur.fo