Skriva út
Lagt út: 19.08.2009

Undanlýsing

Topforskningsinitiativet (TFI) lýsir eftir norðurlendskum netverkum innan “Effektstudier og tilpasning til klimaendringiner” í august. Effektstudier og tilpasning til klimaendringer er ein av seks pørtum av TFI.

TFI er størsta felags norðurlendska raðfestingin av gransking og menning nakrantíð. Umframt at verða við til at loysa alheims veðurlags hóttanina, so skal tiltakið styrkja norðurlond, sum eina økiseind innan gransking og menning.

Málið við hesum partinum er fáa til vega meira vitan um ávirkanina av verðurlagsbroytingunum, um tørvin hjá samfelagnum og teir møguleikar, sum ávirkanin av veðurlagsbroytingunum kann føra við sær í mun til norðurlendsku økiseindina.

Eitt norðurlendskt netverk fevnir um granskaraumhvørvi frá minst trimum norðurlendskum londum. Eggjað verður til tvørfákligar umsóknir.

Tíggju norðurlendsk netverk verða fíggja av TFI. Hvørt netverk hevur møguleika at fáa upp til 300.000 NKR um árið upp til trý ár. Peningurin skal fara til beinleiðis útreiðslur í samband við ymisk sløg av samstarvi – verkstovur, ráðstevnur, seminar og granskaraskeið.

Væntandi verður umsóknarfreist í endanum av november 2009

Les meir TFI her

Meira fæst at vita við at venda sær til:
Simone Heinz, ráðgevi
T-post: simone.heinz@nordforsk.org
Telefon: +47 908 45 382

Michael Andersson, ráðgevi
T-post: michael.andersson@nordforsk.org
Telefon: +47 941 68 547