Skriva út
Lagt út: 28.03.2014

Umleið 28 mió. kr. til gransking og førleikamenning

Mánadagin 31. mars fer Sjúkrakassagrunnur Føroya at avhenda fæið úr grunninum til Granskingargrunnin. Talan er um reiðan pening og bygningin í Magnus Heinasonargøtu 20, Tórshavn.

Avhendingin fer fram á formligari móttøku í Østrøm í Havn kl. 13. Tá fer Sjúkrakassagrunnur Føroya at undirskriva avhendingaravtalu við Granskingargrunnin og at handa Granskingargrunninum leiðreglurnar fyri umsitingini av fænum.

Sjúkrakassagrunnur Føroya fer eisini at almannakunngera, hvussu fæið skal nýtast. Talan er um at lata stuðul til trý høvuðsøki við endamálinum at menna heilsuøkið í Føroyum.

Løgtingið samtykti í mai 2012, at fæið, sum var eftir í føroysku sjúkrakassunum, tá teir vóru niðurlagdir, skuldi nýtast til stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars.

Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Heilsumálaráðið stovnaðu í apríl 2013 Sjúkrakassagrunn Føroya. Sjúkrakassagrunnur Føroya fekk sum uppgávu at gera leiðreglur fyri, hvat fæið skal latast sum stuðul til, og síðani at avhenda alt fæið til Granskingargrunnin, ið hereftir hevur ábyrgd av umsitingini av fænum samsvarandi leiðreglunum, ið Sjúkrakassagrunnur Føroya hevur ásett. Freistin at gera leiðreglur og at avhenda fæið varð ásett til 1. apríl 2014.

Í nevndini fyri Sjúkrakassagrunn Føroya eru umboð fyri Sjúklingaráðið, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, Landsfelag Pensjónista, fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum, Heilsumálaráðið og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya.

Tað verður nú Granskingarráðið, sum er fyrisitingin hjá Granskingargrunninum, saman við eini faknevnd, sum fer at lýsa við stuðulsmøguleikum.

Tiltakið er alment og øll eru vælkomin.