Skriva út
Lagt út: 15.06.2009

Umhvørvi, veðurlag og orka - høgt raðfest í norðurlondum

Fríggjadagin 12. juni hittust norðurlendskir granskarar og vinnulívsfólk til kick-off-seminar fyri tað størstu norðurlendsku granskingar- og nýskapanar tiltakið nakrantíð.

Fundurin var samstundis byrjanin til topgranskingartiltakið (topforskningsinitiativ) fyri teir tríggir stovnarnar: Nordisk Energiforskning, Nordisk InnovationsCenter og Nordforsk í Oslo.

Rolf Annerberg, leiðari í styribólkinum fyri toppgranskignartiltakið, vísur á potentiali fyri og nyttuna av einum munadyggum norðurlendskum samstarvið innan hetta øki.

-Hetta er tað størsta granskingar- og nýskapanarskipanin nakrantíð í norðurlendskum høpi. Risastórir granskingarmøguleikar eru innan hetta øki, og tað er avgjørt nakað vit mugu arbeiða fyri at fáa at bera til, sigur Rolf Annenberg, í tíðindabrævi hjá norðurlandaráðnum.

Progamleiðslan, ið er leiðandi myndugleikin í toppgranskingartiltakinum, hevur ábyrgdina av øllum tiltakinum. Samlaða fíggingin til tiltakið er býtt í seks evnisøki:

1: Effektstudier og tilpasninger til klimaendringer
2: Klimaendringenes vekselvirkning med kryosfæren
3: Nanoteknologi og energieffektivitet
4: Integrering av storskalavindkraft
5: Holdbar bioenergi
6: Utskilling og lagring av karbondioksid

Til hvørt av hesum evnisøkjunum er ein faknevnd vald, sum hevur ábyrgdina lýsa útboð, at játta pening og at eftirmeta verkætlanirnar.

Les meir um toppgranskingartiltakið.
Les ein faldara um toppgranskingartiltakið