Skriva út
Lagt út: 23.07.2009

Týsk doktararitgerð um føroysk dansispøl útgivin í bók


Doktararitgerðin hjá Andrea Susanne Opielka um føroysk dansispøl er nýliga útkomin á týska forlaginum SVH. Ritgerðin var vard við Ruhr-Universität Bochum í 2007. Ritgerðin hevur heitið "Färöische Tanzspiele: Herkunft – Verbreitung – heutige Tradition", er skrivað á týskum og er 467 síður við fylgiskjølum. 

Arbeitt verður við at gera eina meira almenna útgávu til føroyingar og norðurlendingar annars á donskum.

Bókin kann keypast umvegis Amazon og kostarr 128 evrur.

Les um Andreu Susanne Opielka í Heilagrunninum