Skriva út
Lagt út: 09.06.2008

Tvær viðurkenningar fyri Ph.D.arbeiðið

Juanna Schrøter Joensen, Ph.D. í búskaparfrøði, fær í hesi vikuni handað tvær heiðurslønir fyri sítt Ph.D. arbeiði.

Århus Universitets Forskningsfond letur henni heiðurin og 50.000 kr. fyri bestu Ph.D.ritgerð innan samfelagsvísindaliga økið í 2007. Rektarin Lauritz B. Holm-Nielsen handar hensa heiðurslønina á samkomu 11. juni.

Jyske Banks Almennyttige Fond letur Juannu prísin, sum verður givin annaðhvørt ár, fyri bestu Ph.D.ritgerð innan búskaparfrøði.  Klaus Stampe, stjóri, handar prísin 13. juni.

Juanna Schrøter Joensen disputeraði frá Århus Universitet í november 2007 við ritgerðini: "Determinants and Consequences of Human Capital Investments". Hon arbeiðir í løtuni á Stockholms Universitet. Les meira um hana í Heilagrunninum