Skriva út
Lagt út: 22.09.2014

Trygt tilknýti fær færri føroyskar dreingir at royna sjálvmorð

Í fleiri londum er sjálvmorð enn ein av størstu orsøkunum til, at ung lata lív. Greinin ”Risk factors for suicide attempts in the total population of Faroese eighth graders”, sum júst er almannakunngjørd í altjóða vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Child and Adolescent Psychiatry and Psychology, hevur til endamáls at kanna, hvørji viðurskifti gera seg galdandi fyri sjálvmorðsatferð hjá føroyskum ungdómi.

Úrslitini byggja á data, sum vóru savnað inn millum føroyskar 8. floks næmingar - The Faroese Adolescent Trauma Study. Úrslitini vístu, at næstan 10 % boðaðu frá, at tey høvdu sjálvmorðsroyndir; harav nógv tann størsti parturin vóru gentur.

Granskingin hevur seinastu árini lagt alsamt størri dent á at kanna, hvørji viðurskifti kunnu økja og minka um vandan fyri sjálvmorðsatferð. Úrslitini frá hesi føroysku kanningini vístu, at hesi viðurskifti vóru ymisk hjá føroyskum gentum og dreingjum. Kanningin vísti millum annað, at tunglyndiseyðkennir serliga øktu um vandan fyri sjálvmorðsatferð hjá teimum føroysku gentunum. Hjá føroysku dreingjunum vóru viðurskifti, sum minkaðu um vandan fyri sjálvmorðsatferð serliga, at teir generelt kendu, at teirra nærmastu vóru løtt at koma í samband við, at teir kendu seg tryggar og høvdu álit á, at teirra nærmastu vóru til reiðar at hjálpa.

Úrslitini frá hesi kanning vísa, at fyribyrging og viðgerð av ungum bæði eiga at taka hædd fyri at munur er á dreingjum og gentum. Eisini vísur kanningin, at bæði viðurskifti, sum stava frá fyrstu barnaárunum, OG aktuel eyðkennir upp á sálarliga líðing, eiga at verða inndrigin í bæði viðgerð og fyribyrging av sjálvmorðsatferð.

Tað eru Tóra Petersen, ph.d. í sálarfrøði og granskari á Landssjúkrahúsinum og Ask Elklit, professari á Ulster og Syddansk Universitet, sum hava skrivað greinina. Kanningin er stuðlað av Granskingargrunninum og Landssjúkrahúsinum. Greinin kann lesast her