Skriva út
Lagt út: 12.06.2018

Tørvur er á greiðari fokus á sjúklingin í sjúkugongdini

Sjúkrarøktrarfrøðingarnir Birna Mohr Joensen, fyristøðukvinna á hvíldarheiminum Naina, og Sonja Nielsen, deildarleiðari á B6 á Landssjúkrahúsinum, hava júst lokið MSc í heilsuvísindum við høvusðritgerð, sum byggir á kanningarverkætlan um tørvir hjá krabbameinssjúklingum.

Verkætlanin kallast ”Stuðul til føroyskar krabbameinssjúklingar: Serligar avbjóðingar í mun til at menna sjúklingagongdina í einum lítlum fjarskotnum oyggjasamfelag”.  Tær fingu stuðul til arbeiðið frá Sjúkrakassagrunninum, sum Granskingarráðið umsitur.

Í kanningarverkætlanini verður staðfest, at tað, sum er týdningarmest at fáa avgreitt í sambandi við sjúkugongdina hjá krabbameinssjúklingum, er:

- at sjúklingasamskipari er, sum tryggjar, at sjúkugongdin er samskipað
- stuðul til sjúklingin og tey, sum varða av
- at teir allir fáa fylgjara, tá ið teir skulu av landinum í sjúkuørindum
- skipað endurmenning.

 Alt hetta eru tilmæli, sum eru nevnd í krabbameinsætlanini frá 2009, og sum ikki eru sett í verk.

Birna Mohr Joensen og Sonja Nielsen siga soleiðis um granskingarverkætlanina, tær hava gjørt:

"Rúgvismikil gransking er farin fram um krabbamein um allan heim, har vaksandi uppmerksemi er á lívskvaliteti, meistring av lívinum undir og eftir sjúku og á sálarligar og sosialar avleiðingar av eini krabbameinssjúku. Sjúkugongdin hjá føroyskum krabbameinssjúklingum er á nøkrum økjum annaðleiðis, enn í teimum londum, har granskingin er farin fram, og er hetta tí, at vit eru eitt lítið samfelag. Tískil mangla vit vitan um, hvat hevur týdning fyri føroyskar krabbameinssjúklingar í teirra sjúkugongd.

Í kanningini eru gjørdar samrøður við 8 fyrrverandi krabbameinssjúklingar. Úrslitið av kanningini er tengt at upplivingunum hjá hesum 8 persónunum, tó gevur hesin kanningarháttur nágreiniligt innlit í, hvat hevur týdning. Samanumtikið kann sigast, at tað eru fleiri viðurskifti, ið eru felags fyri allar luttakararnar.

Kanningin vísir, at somu viðurskifti hava týdning fyri føroyskar krabbameinsjúklingar, sum onnur gransking vísir. Týdningarmikið er at hava ábyrgdarhavandi lækna tilknýttan tíðliga í sjúkugongdini, serliga við onkologiskari serfrøði. Tað er umráðandi, at sjúkugongdin er samskipað og at heilsuverkið hevur eina skipaða tørvsmeting av stuðli. Somuleiðis er týdningarmikið, at ábyrgdarbýtið av sjúkugongdini er greitt, tá viðgerð er uttanlands.

Síðani eru tað serføroysk viðurskifti, sum okkara kanning avdúkar. Sjúkugongdin er í fleiri førum merkt av tilvild, sum kann viðføra bíðitíðir, broyttar viðgerðir og at viðurskiftini eru tilvildarliga skipað. Tað, sum serliga vísir seg í okkara gransking er, at medisinskir sjúklingar hava ein framíhjárætt, tí viðurskiftini eru betur skipað við kontinuiteti og onkologiskari serfrøði. Hetta, saman við at krabbameinssjúklingar ikki allir fáa játtaðan fylgjara, og tískil fíggja fylgjaran sjálvir, ger at tekin eru um, at krabbameinssjúklingar eru fyri ójavna í heilsu.

Allir okkara luttakarar siga, at netverkið hevur størstan týdning í mun til meistring av lívinum við krabbeimeini. Tað er ymiskt, hvussu netverkið hjá krabbameinssjúklingum er og tí eru teir ólíka stillaðir í mun til meistring. Í fleiri førum bøtur Krabbameinsfelagið fyri, at tað ikki er nakar skipaður stuðul í okkara heilsuverkið.

Viðv. serligum avbjóðingum er tað mest eyðsýnda angist fyri afturstigi og annars alt eftir hvør diagnosan er og hvørja viðgerð tey fáa. Seinfylgjur av viðgerð, serliga viðvíkjandi ringari møði, fyllir nakað og hvussu tey meistra hetta, er ymiskt. Okkara gransking vísur, at hóast luttakararnir siga, at teir fáa nøktaðan stuðul frá egnum netverki, kemur tað fram í samrøðunum, at teir hava fleiri ónøktaðar tørvir, sum teir ikki vita teir kunnu fáa stuðul til.

Tað, okkara kanning staðfestur at hava týdning, er í tráð við tey tilmælini í krabbameinsætlanini frá 2009, sum higartil ikki eru fylgd, og hesi snúgva seg um fylgjaraspurningin, sjúklingasamskipara, rehabilitering og stuðul til sjúkling og avvarðandi. Úrslitini vísa, sjúklingagongdin einans er miðsavnað um kanningar, viðgerðir og eftirlit, meðan stuðulin til meistring ikki er raðfestur."

Kanningarverkæltnain er stuðlað frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum. Les meira her