Skriva út
Lagt út: 30.04.2012

Tórður Jóansson vart ph.d. við Glasgow University

Mánadagin 30. apríl vardi Tórður Jóansson doktararitgerð sína: "Brethren in the Faroes. An Evangelical movement, its remarkable growth and lasting impact in a remote island community " við Department of Theology and Religious Studies, University of Glasgow. 
 
Douglas Gay, Principal við Trinity College og lektari við University of Glasgow hevur verið vegleiðari. Opponentur var David Bebbington, professari við University of Stirling, og knýttur at Cambridge og Harvard. Hann er søgufrøðingur og verður mettur at vera fremsti granskari á økinum.

Væl gekst hjá Tórði Jóanssyni, tí aftaná verjuna, sum vardi góðar 2 tímar, takkaði Douglas Gay fyri "a brilliant performance".

Ritgerðin er úrslit av verkætlan, sum m.a. er fíggjað úr Granskingargrunninum. Væntandi verður ritgerðin givin út í bók seinni í ár.

Hetta er onnur doktararitgerðin hjá Tórði Jóanssyni. Í 1997 vardi hann ritgerðina "English loanwords in Faroese" við University of Aberdeen.

Les um Tórð Jóansson í Heilagrunninum

Samandráttur av verkætlanini
Ritgerðin er úrslit av gransking viðvíkjandi brøðrarørsluni í Føroyum frá 1865 til 2010 við áherðslu á greinirnar kirkjusøgu, søgu, búskapar- og mentanarsøgu, mentanarligu framtøkini og missiologi. Leiklutur brøðranna í tjóðarbyggingini er viðgjørdur og greinaður eins og slóðbrótandi verk teirra í málstríðnum. Grundað á nýtíðar ástøði viðvíkjandi nevndu greinum verður føroyska brøðrarørslan sett í heimligt og alheimsligt høpi. Viðtøl við fleiri brøður í Føroyum vátta ástøðini og geva innlit í (1) gongdina upp til 1960árini og (2) tíðina aftaná. Nýggir tættir koma í ljósmála og verða settir í samband við framtøk oyggjanna sum heild, har víst verður á áræði brøðranna á tjóðskaparliga, búskaparliga og mentanarliga økinum. Brøðrarørslan hevur ongastaðni havt so stóra undirtøku sum í Føroyum, har um 15% av fólkinum eru knýtt at rørsluni, tí onga aðrastaðni kemur lutfallið upp um hálvt til eitt prosent. Orsøkir til hetta verða greinaðir og somuleiðis verða aðrir tættir í teologi, hugburði og virkni innan samkomurnar settar í samfelagsligt høpi, t.d. hvussu hesi hava rinið við føroyska samfelagið.

Niðurstøðan er, at føroyska brøðrarørslan hevur havt nógv størri týdning í framtøkunum og menningini í Føroyum enn higar til hildið. Sjálvræði og sjálvsfígging samkomunnar hava ávirkað hugburð føroyinga uttan fyri rørsluna, eins og áræði og nýhugsan brøðranna hava eggjað til. Brøðrarørslan var hin fyrsta, sum loysti seg úr hjálandaveldi (donsku statskirkjuni) og skapaði eina føroyska kirkju. Nomið verður við rembingar í rørsluni í byrjan 21. aldar, og mett verður um, hvussu brøðrarørsluni fer at hilnast í næstu framtíð.