Skriva út
Lagt út: 14.01.2013

Tólv nýggir ph.d.arar í 2013

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava tólv føroyingar lokið ph.d. ella annað doktaraprógv í 2013. Fimm av verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum,

4. februar 2013 vardi Bjørn Kunoy doktararitgerð sína við Université de Paris Ouest Nanterre. Heitið á ritgerðini er: “La délimitation du plateau continental au-delà de 200 milles marins”. Les meira her

5. apríl vardi Kirstin Eliasen ph.d.ritgerð sína við Aarhus Universitet. Verjan var í Østrøm í Havn. Ritgerðin hevur heitið "Sandeel, Ammodytes spp., as a link between climate and higher trophic levels on the Faroe shelf". Les meira her

16. apríl vardi Lise H. Ofstad ph.d.-ritgerð sína við Tromsø Universitet. Ritgerðin hevur heitið “Anglerfish Lophius piscatorius L. in Faroese waters”. Verkætlanin er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum. Les meira her

7. mai vardi Ása Johannesen ph.d.ritgerð sína við University of Leeds. Ritgerðin kallast: "Predator-prey interactions in aquatic environments". Verkætlanin er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum.Les meira her

14. mai vardi Hans Ellefsen ph.d. ritgerð sína við Syddansk Universitet í Esbjerg. Ritgerðin hevur heitið: "Essays on Strategic Management of Shared Fish Stocks Applied to the Pelagic Complex in the North East Atlantic". Verkætlanin er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum. Les meira her

Í juli vardi Jack Hummeland Jacobsen ph.d. ritgerð við Københavns Universitetet. Ritgerðin hevur heitið: “Quantification of DNA-thioguanine in Children with Acute Lymphoblastic Leukemia - A potential dose-adjustment parameter for 6-mercaptopurine” Les meira her

15. august vardi Jón Joensen úr Vági ph.d. ritgerð við Universitetet i Bergen. Ritgerðin hevur heitið: “Biophysical and biological effects from Low-Level-Laser-Therapy”. Les meira her

22. oktober 2013 vardi Tórur (Thor) Andreassen ph.d.ritgerð við Syddansk Universitet. Ritgerðin hevur heitið: "Ultrasonic Microphone Arrays for Bat Bioacoustics Using Applied Open Source Solutions".

31. oktober 2013 vardi Óluva K. Vang ph.d.-ritgerð við DTU-Environment. Ritgerðin hevur heitið: “ATP measurements for monitoring microbial drinking water quality”. Les meira her

26. november vardi Unn Laksá ph.d.ritgerð sína við University of Liverpool. Ritgerðin ber heitið “Media coverage of international climate negotiations: Assessing the ethical dimension of the global debate”. Les meira her

17. desember vardi Sanne Storm ph.d.ritgerð sína við Aalborg Universitet. Ritgerðin kallast "Research into the Development of Voice Assessment in Music Therapy". Verkætlanin er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum. Les meira her

20. desember vardi Jana Ólavsdóttir ph.d. ritgerð sína við Københavns Universitet. Ritgerðin hevur heitið “A study of the distribution, structure and seismic stratigraphy of syn-breakup and post-breakup sediments in the Faroe sector of the Faroe-Shetland Basin”. Verkætlanin er partvís fíggjað úr Granskingargrunninum.  Les meira her

Ph.d. lesandi, ph.d.arar og doktarar skrásettir í Heilagrunninum
Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin. Her eru gott 330 fólk skrásett í løtuni. Av hesum eru umleið 55 skrásett sum ph.d. lesandi, góður helmingurin av teimum arbeiðir burturav ella fyri stóran part í Føroyum.

Saknast onkur ph.d.lesandi, ph.d.ari ella annar í Heilagrunninum ella í yvirlitinum omanfyri, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo


GG: Síðani greinin varð løgd út á gransking.fo 30. desember við yvirskriftini "Ellivu nýggir ph.d.arar í 2013", eru vit kunnaði um, at eitt fólk manglaði á yvirlitinum. Tí eru greinin og myndin nú rættaðar.