Skriva út
Lagt út: 21.01.2015

Tíðindabræv um altjóða gransking

Í ES tíðindabrævi um altjóða gransking ber til at lesa tíðindini um, at Føroyar nú eru atlimaland í Horizon 2020. Greitt verður frá, hvar Føroyar eru landafrøðiliga og víst verður á møguleikarnar í samstarvinum. Eisini verður upplýst, at luttøkan higartil hevur verið góð, serliga viðvíkjandi gransking innan havumhvørvi, fiskaaling og veðurlagsbroytingar.

Sáttmálin millum ES og Føroyar var undirskrivaður í Brússel 17. desember 2014.

Tíðindabrævið 'International Research' er at finna her