Skriva út
Lagt út: 20.06.2013

The Observer skrivar um føroysk bjarnadýr

Herfyri var grein í The Observer um bjarnadýrið Austeruseus faroensis, sum er serligt føroyskt slag. Quentin Wheeler skrivar í klummuni “New to nature” tann 9. juni, at ein kanning av bjarnadýrum í Føroyum hevur staðfest, at tá tað kemur til bjarnadýra-familjuna Eohypsibiidae, so eru Føroyar ríkast í heiminum.

Bjarnadýr ella Tardigrades, sum tey kallast á enskum, eru smá djór - so smá, at neyðugt er at nýta sjóneyku fyri at skilja millum ymsu sløgini. Tey hava avlangan kropp, eitt høvd og 8 bein við klóm á. Tey liva m.a. í mosa og skónum á steinum. Fyri at kanna hesi  djór nærri, eitt nú tá nýggj sløg skulu lýsastverða m.a. sera flottar og detaljeraðar myndir tiknar av djórunum við elektrón mikroskopi.

Birna V. Trygvadóttir hevur granskað bjarnadýr í fleiri ár. Hon greiddi soleiðis frá um sína gransking til Vitan á Skák, sum Granskingarráðið skipaði fyri í 2010:

- Eg havi savnað bjarnadýr runt í Føroyum, í mosa á landi, í áarløkum og vøtnum. Síðan havi eg staðfest, hvørji sløg eru at finna her, samanborið við lond rundan um okkum, um somu sløg eru at finna har. Eg havi eisini funnið heilt nýggj sløg, sum eingin fyrr hevur sæð. Hesi skulu lýsast nágreiniliga og skal nýggja vitanin prentast í greinum í altjóða tíðarritum.

Saman við Reinhardt M. Kristensen professara skrivaði Birna V. Trygvadóttir  í 2011 grein, har tey lýstu eina heilt nýggja slekt av bjarnadýrum við trimum nýggjum bjarnadýrum. Greinin ber heitið: “Eohypsibiidae (Eutardigrada, Tardigrada) from the Faroe Islands with  the description of a new genus containing three new species.” Hon var givin út í tíðarritinum Zootaxa og kann takast niður her (krevur hald)

Les greinina í The Observer her 

Les um Birnu V. Trygvadóttir í Heilagrunninum

Myndina av bjarnadýrinum hevur Stine Elle teknað