Skriva út
Lagt út: 21.04.2017

Tað er hart at vera ph.d.-lesandi

- Stuðul til at granska í trý ár! Wauw, tillukku!

Tað eru tey fáu, sum sleppa gjøgnum nálareyga til at fáa almennan stuðul til ph.d.-lestur í trý ár. Tí er hetta veruliga nakað at ynskja tillukku við. Væl fleiri vildu fegin verið í somu støðu.

Hinvegin, so er tað ikki bara at siga tað at vera ph.d.-lesandi. Tað er nógv, sum sambært reglunum skal náast uppá tey trý árini, og ein ph.d.-verkætlan hevur nógv annað enn gransking við sær. Hjá summum gerst ph.d.-tíðin væl strævnari og drúgvari enn roknað varð við.

Í nýggjari vísindaligari grein, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Research Policy, verður sagt, at ph.d.-lesandi eru undir stórum arbeiðstrýsti og í størri vanda fyri at fáa sálarsjúkur, enn aðrir akademiskir bólkar, sum granskararnir samanbóru við. Talan er serliga um tunglyndi.

Kanningin fevndi um eitt stórt tal av ph.d.-lesandi í Belgia, sum varð samanborið við tríggjar bólkar av fólki: fólk við hægri útbúgving ymsa staðni úr samfelagnum, vísindastarvsfólk frá universitetunum, og lesandi á universitetunum.

Í greinini verður víst á, at talið av ph.d.-lesandi er vaksið sera nógv kring allan heim farnu árini. Krøv og arbeiðsumstøður leggja stórt trýst á akademikarar í dag, serliga tey yngru, sum ikki eru í føstum starvi. Tað verður greitt neyvari frá arbeiðsumstøðum, skipan av arbeiði og eisini mett um ymsar orsøkir til, at umstøðurnar gerast ov tyngjandi hjá fleiri.

Greinin kallast: “Work organization and mental health problems in PhD students” og kann lesast her

Greinin er avgjørt viðkomandi fyri aðrar granskarar enn ph.d.-lesandi eisini.

Mynstrið í Føroyum helst tað sama sum aðra staðni

Granskingarráðið hevur í mong ár fíggjað ph.d.-verkætlanir og vit kenna aftur nógv av tí, sum verður tikið fram í greinini og sum verður umrøtt sum heild í sambandi við arbeiðsumstøður hjá ph.d.-lesandi og verkætlanarsettum. Vit hava eingi skipað hagtøl á økinum, men við at hyggja at teimum verkætlanum, sum eru stuðlaðar farnu 20 árini, er púra greitt, at tað er vanligt, at verkætlanir verða seinkaðar og at hetta millum annað er orsakað av ónøktandi arbeiðsumstøðum. Hetta sama er sannlíkt eisini galdandi fyri arbeiðið hjá fólki í føstum starvi.

Arbeiðsætlanir og greiðar avtalur gera mun

Hóast ein ph.d.-verkætlan ikki er tann lættasta uppgávan at fara undir, so er ph.d.-tíðin vanliga ein spennandi og gevandi tíð fyri tey flestu. Arbeiðsgevarar og ph.d.-lesandi kunnu í felag gera nógv fyri at leggja arbeiðið væl til rættis, og nógvir trupulleikar kunnu fyribyrgjast við góðum skipanum.

Lene Schøsler, professari á Københavns Universitet, sum hevur verið vegleiðari hjá nógvum ph.d.-lesandi, hevur savnað nøkur góð ráð til ph.d.-lesandi og vegleiðarar teirra. Hesi eru á heimasíðuni hjá Innovationsfonden her

Brúka netverkið

Eitt ráð, sum gongur aftur hjá øllum ph.d.-lesandi, sum vit samskifta við, og í bókmentunum, er at brúka netverkini. Talan er bæði um innanhýsis og uttanhýsis arbeiðsnetverk og um privat netverk.

Granskingarráðið hevur stovnað ein Facebook bólk fyri føroysk ph.d.-lesandi, har til ber at samskifta og geva góð ráð um arbeiðsumstøður, um tørvur er á tí. Bólkurin kallast Føroysk ph.d.-lesandi og sæst her