Skriva út
Lagt út: 04.08.2015

SYNTHESYS - stuðulsmøguleikar hjá náttúrufrøðingum

Stuðulsmøguleikar hjá náttúrufrøðingum
Leiðandi granskingardeplar í Evropa bjóða vísindafólki at gagnnýta teirra savnindi og hentleikar saman við innanhýsis granskarum og savnsvørðum.

Stovnar, sum virka sambært evropeisku “Taxonomic Access Facilities (TAF)”, bjóða bæði ítøkiliga og talgilda atgongd til samlingar, framkomna tøkni, royndarstovur og sakkøna vegleiðing. Eisini ber til at vitja bókasøvn í heimsklassa og virka saman við altjóða viðurkendum granskarum, sum luttaka í verkætlanini.

SYNTHESYS3 er ein skipan, sum gevur vísindafólkum møguleika at vitja TAF stovnar við fíggjarligum stuðli. Stuðul verður veittur til ferðing, innivist og kostarhald í sambandi við styttri uppihald á umleið 15 yrkadagar.

Harumframt samstarva stovnarnir um netverk, sum virka fyri at bøta um fyrisiting av og atgeingi til savnindi, umframt at tryggja ávirkan, soleiðis at arbeiði, sum verður gjørt í hesi verkætlan, kann halda fram eftir at verkætlanin er endað.

Freistin at søkja stuðul er tann 15. oktober 2015

Les meira um verkætlanina á www.synthesys.info