Skriva út
Lagt út: 22.08.2014

SYNTHESYS bjóðar føroyskum stovnum at luttaka

SYNTHESYS  er ein evropeisk verkætlan, sum í fleiri umførum hevur fingið stuðul frá ES. Hol varð sett á verkætlanina í 2004 og hevur hon fingið stuðul úr bæði FP6 og FP7. Avtalað er nú gjørd um eitt triðja skeið, sum varir frá 2013 til 2017.

Verkætlanin verður samskipað av The Natural History Museum í London. Í løtuni er talan er um eitt samstarv millum 12 evropeisk lond, men onnur verða boðin við m.a. føroyskir stovnar.

Partur í verkætlanini fær atgongd til náttúrugripir í søguligu søvnunum, greiningar hentleikar og bókasøvn, umframt stuðul frá royndum granskarum og savnsvørðum. Eisini er samstarv í netverkum við tí endamáli at menna søvnini, harundir varðveitslu og atgeingi, soleiðis at ávirkanin frá verkætlanini verður varandi.  Harumframt eru felags granskingar átøk, til tess at menna amboð, sum kunnu bøta um góðskuna og økja um atgeingi til talgild savnindi og upplýsingar í náttúrugripasøvnum.

Til ber at lesa meira um verkætlanina á www.synthesys.info