Skriva út
Lagt út: 18.03.2016

Stuðul til verkætlan at betra um trygd á sjónum

Í næstum verður farið undir verkætlan, sum er ætlað sum amboð til at betra um arbeiðsumstøðurnar og økja trygdina í fiskivinnuni á sjónum.

Granskingarráðið hevur játtað einum samtaki við maninngarfeløgum stuðul til verkætlanina: “Hagtalsviðgerð og greining av vanlukkutølum frá føroysku sjóvinnuni, soleiðis at hesi kunna verða brúkt sum grundtilfar til at betra um trygdina á sjónum”.

Stuðulin, kr. 220.401, er játtaður frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Tað eru Maskinmeistarafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Fiskimannafelagið, sum standa fyri verkætlanini. Annbjørg á Høvdanum sálarfrøðingur er verkætlanarleiðari.

Feløgini siga m.a. um verkætlanina, at fiskivinnan í øldir hevur verið eitt av teimum vandamiklu arbeiðsplássunum. Trygdarátøk og trygdarútgerð hava víst seg at hjálpa, og vanlukkutalið er minkað. Hóast hetta, so er skaðafyribyrging innan fiskivinnuna framvegis ein stór avbjóðing um allan heimin.

Vitan, ið kann verða við til at minka um talið av vanlukkum og byrgja fyri umstøðum, ið eru neiligar fyri heilsuna hjá sjómanninum, eru tí av alstórum týdningi fyri vinnuna, okkara sjófólk og samfelagið.

Í okkara grannalondum hava tey hagtalsviðgjørt allar vanlukkur á sjónum, fyri síðan at kunna nýta hesar upplýsingar til at betra um trygdina og gera málrættaði trygdarátøk.

Í Føroyum hava vit ikki havt skipað hagtøl um vanlukkur á sjónum, hóast alt tilfarið er tøkt hjá vanlukkutryggingarráðnum.

Fyri at fáa hagtøl til vega stuðlaðu manningarfeløgini eini verkætlan til at gjøgnumganga 40 árgangir av vanlukkum á sjónum, ið eru skrásettar hjá vanlukkutryggingarráðnum í tíðarskeiðinum 1972-2012. Tað kom m.a. fram, at í hesum 40 ára tíðarskeiði hava 115 fólk latið lív í sínum arbeiði á sjónum og heili 23% av teimum vanlukkunum, sum vórðu fráboðaðar, viðførdu varandi mein.

Nú er klárt til næsta stig. Feløgini hava søkt og fingið játtað stuðul úr Sjúkrakassagrunninum til at hagtalsviðgera og greina vanlukkutøl frá føroysku sjóvinnuni, soleiðis at trygd á sjónum kann mennast út frá eini skipaðari vitan um okkara egna flota og tær vanlukkur, ið vit hava havt í Føroyum.

Eftir ætlan koma úrslitini frá greiningini av tilfarinum m.a at:
- Vísa á afturvendandi orsøkir fyri vanlukkum
- Vísa á títtleikan av ymiskum vanlukkum innan ymiskar skipabólkar
- Vísa á sermerktar vandastøður innan ávísu skipabólkarnar

Verkætlanin er mett at taka 4 mánaðir við uppgerð av hagtølum, framleiðslu av kunningartilfari og fyriskipan av einum upplýsandi átaki til allar sjómenn og onnur, ið hava áhuga fyri evninum.

Talan verður um ein kunningardag, har úrslitini verða løgd fram, við pallborðsfundi og eini røð av styttri framløgum, har fakfólk í trygdarmenning úr grannalondum okkara koma at greiða frá, hvussu tey hava arbeitt, og hvussu hetta hevur betrað um arbeiðstrygdina í teirra fiskivinnu.

Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her

Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her

Mynd: Norðlýsið (c)