Skriva út
Lagt út: 06.08.2015

Stuðul til gransking og menning á heilsuøkinum - freist 1.9.2015

Freistin at søkja stuðul til gransking og menning úr Sjúkrakassagrunninum er 1. september kl. 12 føroyska tíð.

Granskari kann saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning innan raðfest økir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Tað eru í hesum umfarinum upp til knappar 6 mió. kr. tøkar til gransking og menning á fimm raðfestum økjum, har t.d. epidemiologi og ílegugransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum.

Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc. verkætlanir innan raðfestu økini.

Sum meginregla verður í mesta lagi latin stuðul til 2/3 av verkætlanini. Í heilt serligum føri kann verða latið upp til 100% í stuðli til granskingarverkætlanir fíggjaðar úr Sjúkrakassagrunninum. Viðfígging frá øðrum gevur fyrimun.

Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum, undantikið útreiðslur til ferðing, skeið og ráðstevnur.

Overhead kann í mesta lagi vera 10% av lønarútreiðslunum.

Minsta stuðulsupphædd, sum kann veitast til hvørja verkætlan innan raðfestu økini, er kr. 150.000, og latast kann í mesta lagi kr. 1.500.000.

Les meira um raðfestu økini, formlig krøv og møguleikar her

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.
 
Hetta er annað stuðulsumfarið á høvuðsøki 2 hjá Sjúkrakassagrunninum. 19. desember 2014 varð almannakunngjørt, hvør fekk stuðul í fyrsta umfarinum. Tíðindaskrivið kann lesast her