Skriva út
Lagt út: 16.03.2011

Stuðul til fótbóltsgransking


Felagsskapurin UEFA hevur eina granskingarskrá, har tað ber til at søkja um stuðul til gransking í viðurskiftum viðvíkjandi fótbólti.

Upp til 20.000 evrur kunnu latast í stuðli til játtaðar verkætlanir. Stuðul verður játtaður til post.doc. verkætlanir ella til Ph.D.verkætlanir.

Lýst verður við, at til ber at senda umsóknir um stuðul innan økini búskap, søgu, lóg, leiðslu, stjórnmálafrøði, sosiologi og sum nakað nýtt frá 2011 eisini innan heilsuvísindi.

Øll eru væl komin at søkja, men umsóknir, sum eru innan raðfestu økini hjá UEFA, eru serliga væl komin. Hesi økini eru: 
Governance and regulation in European football
Specificity and autonomy of sport
Challenges facing pofessional football (e.g. illegal betting, doping, corruption)
Women’s football
Participation levels in football (grassroots, amateur)
Youth development and movement of players
Evolution of the game
Playing football in extreme environments (e.g. cold, heat)
Adequate number of games per season for a football player

Umsóknir mugu latast inn innan 31. mars 2011. Faldari við fleiri upplýsingum um stuðulsøkir og treytir kann takast niður her