Skriva út
Lagt út: 01.04.2015

Stuðul latin til tvey tiltøk á heilsuøkinum

Tvær játtanir eru júst latnar úr Sjúkrakassagrunninum til tiltøk á heilsuøkinum.

Autismufelagið hevur fingið játtað kr. 80.000 til Autismuráðstevnuna 2015, sum verður í Norðurlandahúsinum 17. og 18. september 2015. Les um skrá og tilmelding á autisma.fo

Føroyafelag fyri Børn/Ung við Føroyasjúkuni hevur fingið játtað kr. 41.460 til EPI-374 seminar fyri børn við Føroyasjúkuni og avvarðandi teirra.

Játtanirnar eru latnar av høvuðsøki 1, sum er eitt av trimum undirøkjum í Sjúkrakassagrunninum.

Føroysk áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk innan heilsuøkið í Føroyum. Feløg, ið umboða fólk, sum bera brek, sjúklingafeløg, feløg innan eldraøkið og fakfeløg kunnu søkja.

Verkætlanir kunnu fevna um, men eru ikki avmarkaðar til:
• Upplýsandi átøk
• Upplýsandi tilfar
• Serlig tiltøk
• Ráðstevnur
• Smærri kanningarverkætlanir

Eingin føst umsóknarfreist er til at søkja um stuðul til høvuðsøki 1. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar. Serligt oyðublað skal nýtast til umsóknir. Les meira um møguleikar og treytir her

Yvirlit yvir játtanir av høvuðsøki 1 higartil sæst her