Skriva út
Lagt út: 29.05.2014

Stuðul latin til 13 nýggjar verkætlanir

Granskingarnevndin hevur á fundi 26. mai játtað stuðul til 13 nýggjar granskingar-verkætlanir. Til samans eru játtaðar kr. 6.861.761 til verkætlanir innan økini mentan, samfelag, náttúra og náttúrutilfeingi og heilsu.

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2014, eru:

Mentan:
Hans Harryson: Almendidaktiski parturin í læraraútbúgvingini
Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – játtan kr. 497.000

Ann Sølvia Lydersen Jacobsen: Gravir og landslag í Føroyum í víkingaøld
Ph.d. verkætlan á University of Aberdeen – játtan kr. 1.122.903

Náttúra og náttúrutilfeingi:
Ása Johannesen: Persónleiki hjá rognkelsum (Cyclopterus lumpus) og hvussu hesin ávirkar teirra nyttu sum reinsifiskur. Verkætlan á Fiskaaling – játtan kr. 651.000

Anni Djurhuus: Samanseting og vistfrøði av smáveru samfeløgum á sjófjøllum og bankum í Indiska havinum
Ph.d. verkætlan á Oxford University – játtan kr. 298.765

Agnes Mols Mortensen: Saccharina latissima (Breiðbløðkutur sukurtari) frá spora til borðisk: hvussu árstíð, tøðsølt og aldu/streym eksponering ávirka góðsku og vøkstur
Verkætlan á Tari - Faroe Seaweed – játtan kr. 645.752

Louise Meier Carlsen: Kanning og menning av vitanini hjá støddfrøðilærarum um nýtsluna av CAS í algebrafrálæruni í skúlunum.
Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – játtan kr. 212.760

Maria Dam: Menning av førleikum til at fremja kanningar av perfluoreraðum evnum í fiski í granskarasetrinum iNOVA
Verkætlan hjá Umhvørvisstovuni, Fróðskaparsetrinum, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og fleiri vinnufyritøkum á iNOVA – játtan kr. 648.000

Hans Atli Dahl: Sekvensering av Norðhavssilda (Clupea harengus) genominum og menning av einum genetiskum stovnsumsitingaramboði. Hergen 2014 verkætlanin.
Verkætlan á Amplexa Genetics og iNOVA – játtan kr. 500.000

Samfelag:
Hermann Oskarsson: Áhaldandi óeffisient útluting í smáum tilfeingistreytaðum búskapum
Verkætlan á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum – játtan kr. 340.000

Heilsa:
Magni Mohr: Møðis- og hvíldartíðin (recovery) í ymiskum vøddabólkum aftaná fótbóltsdystir í væltrenaðum leikarum - effektin av fleiri dystum við stuttari hvíldartíð
Verkætlan á Gøteborg Universitet – játtan kr. 218.550

Amanda Gratton Vang: Ein preklinisk kanning av Fosfodiesterase 8A sum eitt terapeutiskt mál í tarmbrunasjúkum
Verkætlan á Landssjúkrahúsinum – játtan kr. 533.401

Jónrit Halling: Kviksilvur dálking og D-vitamin støði í móðurlívi – sambandið millum hesi og autismu.
Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu – játtan kr. 193.650

Rudi Kollslíð: Ættar hyperkolesterolemi í Føroyum
Ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum – játtan kr.1.000.000

48 umsóknir vóru um stuðul og søkt var um í alt 37 mió. kr.

Á fundinum fegnaðust granskingarnevndarlimirnir um, at fakliga stigið á umsóknunum er hækkað munandi seinnu árini. Tey vóru samd um, at var játtanin tøk, kundi nevndin havt latið tað dupult í stuðli, tí tað vóru nógvar heilt góðar verkætlanir, sum avgjørt vóru stuðulsverdar, men sum tað ikki var rúm fyri i hesum umfarinum.

Næsta umsóknarfreist hjá Granskingargrunninum verður væntandi 15. februar 2015 kl. 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2015.

Longu 1. september 2014 kl. 12 er freist til at søkja stuðul til heilsugransking úr Sjúkrakassagrunninum. Neyvari kunning um hetta verður tøk í næstum.

Tilsamans eru nærum 150 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann var settur á stovn. Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2013 sæst her