Skriva út
Lagt út: 19.05.2011

Stuðul latin til 10 nýggjar verkætlanir

Granskingarnevndin hevur á fundi 16. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar kr. 6.353.719 til verkætlanir innan økini mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, mat og heilsu. 

36 umsóknir vóru um stuðul og søkt var um í alt 24 mió kr. Aftur í ár vóru fleiri sera góðar og viðkomandi verkætlanir, sum nevndin noyddist at geva avslag orsakað av avmarkaða fíggjarkarminum.

Næsta umsóknarfreist verður væntandi 15. februar 2012 kl 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2012.

Tilsaman eru 111 umsóknir stuðlaðar úr Granskingargrunninum síðani hann var settur á stovn. Yvirlit yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2010 sæst her


Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2011, eru: 

Mentan
Bergur Rønne Moberg: EKKO OVER ATLANTEN. En kommenteret udgave af udvalgte breve af William Heinesen samt en tilhørende afhandling om brevene som forfatterskabets værktilblivelse
Verkætlan á Nordisk Institut við Københavns Universitet – játtan kr. 700.000

Mike Church: Post-excavation and publication of archaeological excavations at Á Sondum, Sandoy.
Verkætlan á Fornminnissavninum og á Durham University – játtan kr. 400.000

Í alt kr. 1.100.000

Náttúra og náttúrutilfeingi
Katrin Hoydal: Effects of POPs in pilot whale
Ph.D.-verkætlan á Umhvørvisstovuni og á NTNU – játtan kr. 1.203.475

Svein-Ole Mikalsen: Heavy parallel sequencing of PCR amplicons
Verkætlan á Náttúruvísindadeildini – játtan kr. 664.800

Gunnvør á Norði: Resuspension of sediments impacted by fish farm wastes
Verkætlan á Fiskaaling – játtan kr. 749.748

Høgni Debes: Pelagic-benthic coupling on the Faroe Shelf
Verkætlan á Havstovuni – játtan kr. 384.682

Durita Dahl Djurhuus: Bioactive peptides - extraction and processing methods for marine secondary products
Ph.D.verkætlan á Atlantic Biotechnology og Náttúruvísindadeildini – játtan kr. 850.000

Í alt kr. 3.852.705

Matur
Rólvur Djurhuus: Expanding berry production in the North Atlantic region
Verkætlan á Búnaðarstovuni – játtan kr. 240.000

Í alt kr. 240.000

Heilsa
Pál Weihe: Diabetes in Contaminant Exposure
Verkætlan á Deildini fyri Arb. og Almannaheilsu – játtan kr. 740.000

Gregor Jemec: Psoreasisgenetik i den færøske befolkning - en befolkningsundersøgelse
Verkætlan á Landssjúkrahúsinum – játtan kr. 421.000

Í alt kr. 1.161.000