Skriva út
Lagt út: 18.10.2017

Stuðul játtaður til kanning av tørvum hjá krabbameinssjúklingum

Granskingarráðið hevur játtað Krabbameinsfelagnum stuðul til kanningarverkætlan við heitinum “Tørvir hjá krabbameinssjúklingum í eini sjúkugongd, sæð í einum samfelagsdiagnostiskum perspektivi”.

Stuðulin, kr. 211.104, er játtaður frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Tað eru sjúkrarøktarfrøðingarnir Birna Mohr Joensen, fyristøðukvinna á Naina, og Sonja Nielsen, deildarleiðari á B6/G3 á Landssjúkrahúsinum, sum skulu fremja verkætlanina. Tær fara at kanna, hvønn tørv føroyskir krabbameinssjúklingar hava á stuðli í eini sjúklingatilgongd. Talan er um eina kvalitativa kanning, har tær fara at hava samrøður við nakrar sjúklingar, sum hava verið ígjøgnum eina sjúklingatilgongd.

Endamálið er at greina samtíðardiagnostisk rák í viðgerð av krabbameinssjúklingum í Føroyum og at sjónliggera, hvørjar heilsuligar avleiðingar hetta hevur fyri tann einstaka, bólkar og fyri samfelagið.

Verkætlanin er hugsað sum ein undankanning til eina seinni verkætlan. Hendan seinna snýr seg um at validera eitt spyrjiskema, sum verður brúkt sum amboð í rehabiliterandi og pallitativari sjúkrarøkt til krabbameinssjúklingar.

Verkætlanin tekur eitt lítið ár. Stuðulin frá Sjúkrakassagrunninum skal ítøkiliga nýtast til løn til arbeiðið at gera samrøður, transkribera, greina og tulka tilfarið og skriva eina ritgerð um evnið.

Høvuðsøki 1

Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her 

Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her