Skriva út
Lagt út: 02.11.2017

Stuðul játtaður til kanning av sjúkrarøktini á skaðastovum/ bráðmóttøkum

Granskingarráðið hevur játtað Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar stuðul til kanningarverkætlan við heitinum “ Hvussu kemur sjúkrarøktin, givin av sjúkrarøktarfrøðingum til sjóndar í kliniskari praksis á eini akuttari háteknologiskari skaðastovu/bráðmóttøku í Føroyum?”.

Stuðulin, kr. 204.357, er játtaður frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Tað er Jórun Højgaard, sum er verkætlanarleiðari. Saman við henni eru Jana Dalsgaard og Sólrun Joensen. Verkætlanarskeiðið er 8 mánaðir. Stuðulin frá Sjúkrakassagrunninum skal ítøkiliga nýtast til løn til innsavning av tilfari við eygleiðingum og samrøðum.

Tær siga soleiðis um verkætlanina:

”Í samband við lestur okkara á Setrinum til Master í Heilsuvísindum eru vit í ferð við at gera eina granskingarverkætlan á Skaðastovuni/Bráðmóttøkuni á Landssjúkrahúsinum.

Granskingarspurningurin er soljóðandi:
‘Hvussu kemur sjúkrarøktin, givin av sjúkrarøktarfrøðingum til sjóndar í kliniskari praksis á eini akuttari háteknologiskari skaðastovu/bráðmóttøku í Føroyum?

Fyri at svara hesum spurningi er ætlanin at eygleiða hvat sjúkrarøktarfrøðingar gera í kliniskari praksis á Skaðastovunu/Bráðmóttøkuni. Kanningin umfatar bæði observatiónir og semistrukturerað interviews.

Skaðastovan/Bráðmóttøkan á Landssjúkrahúsinum tekur ímóti sjúklingum úr øllum landinum, og ofta er hetta einasta sambandið, ið sjúklingar hava við heilsuverkið. Vitanin, sum fæst burturúr eini slíkari kanning, kann ikki bert geva eina støðumynd av, hvat eyðkennir sjúkrarøktina í dag og teir
karmar, sum sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða undir á skaðastovu/bráðmóttøku í Føroyum; Eisini kann henda vitan skapa grundarlag fyri menning, og leggja til tann altjóða vitanarbanka, sum er um skaðastovu/bráðmóttøkuøkið í dag. Út frá einum samfelagsligum sjónarhorni meta vit, at vitanin frá kanningini kann vera við til at geva eina størri mynd av tørvinum fyri heilsuveitingum, við tað at sjúkrarøktin á S/B í ein ávísan mun endurspeglar henda tørv. Hetta er í tráð við menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið, har sagt verður, at vitan um virksemi er ein kumpass í stýringini av sjúkrahúsverkinum, og avleiðing av væntandi upplýsingum er, at myndugleikarnir ikki hava neyðugu fortreytirnar fyri góðari og væl virkandi ráðlegging.

Hugskotið til kanningina er sprottið úr samstarvi við granskarar, sum hava stovnað ein altjóða samstarvsbólk, International Learning Collaborative (ILC) innan sjúkrarøkt. ILC arbeiðir við ígjøgnum gransking at minka um vitanarmunin millum ástøði og praksis innan sjúkrarøktina. Sum master lesandi, hava vit valið ímillum at skriva eina master ritgerð ella eina grein til eitt vísindaligt tíðarrit. Vit hava valt seinna møguleikan, hetta fyri at miðla okkara gransking sum væl sum gjørligt."

Høvuðsøki 1

Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her 

Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her 

Mynd: ls.fo