Skriva út
Lagt út: 01.09.2014

Stórur hugur at granska í heilsu

Tá freistin at søkja stuðul til gransking úr Sjúkrakassagrunninum var úti á middegi, vóru 28 umsóknir komnar inn.

Eins og í vár, tá umsóknarfreist var í Granskingargrunninum, eru væl fleiri kvinnur enn menn sum søkja um stuðul. 20 kvinnur og 8 menn standa sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum.

Stuðul kann latast á 5 ymsum økjum og umsóknir eru komnar til øll økini. Tað kunnu latast í mesta lagi umleið 1,5 mió. kr. til hvørt øki, til samans upp til 7,5 mió. kr. í hesum umfarinum.

Umframt vanligu treytirnar  at umsøkjarin skal vera føroyingur, ella at verkætlanin á annan hátt skal hava týdning í føroyskum høpi, so er ásett, at granskarin í hesum umfarinum skal søkja saman við einum føroyskum stovni, og at allur játtaði stuðulin skal nýtast i Føroyum.

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir serfrøðingar finnast, sum skulu meta um vísindaligu góðskuna í umsóknunum.

Ein faknevnd er sett at viðgera og meta um umsóknir til Sjúkrakassagrunnin. Faknevndin ger tilmæli til Granskingarnevndina, sum tekur endaliga støðu í desember. Tann 19. desember, sum er stovningardagur hjá fyrsta sjúkrakassanum í Føroyum, verður almannakunngjørt, hvørjar verkætlanir hava fingið játtað stuðul.

Les meira um Sjúkrakassagrunnin her