Skriva út
Lagt út: 06.03.2008

Starvsvenjing í Granskingarráðnum

Tvær vikur í februar var Dávid Fossdalsá úr 10. flokki á Ziskatrøð í starvsvenjing í Granskingarráðnum. Dávid vildi fegin royna nakað annað enn tað, sum fólk flest gera og valdi tí eitt øki, sum hann ikki kendi so væl frammanundan. 

 

Granskingarráðið er lítið arbeiðspláss, 3 akademikarar eru í starvi, og tað hevur verið ein avbjóðing at finna hóskandi uppgávur til Dávid hesar báðar vikurnar. 

 

Fyrsti dagurin gekk við at fáa kunning um arbeiðsplássið og uppgávurnar, sum vit arbeiða við. Dávid varð biðin um í leypi at báðum vikunum at royna at gera sær nakrar tankar um, hvat gransking er og royna at greiða frá hesum skrivliga til málbólkin ung. Hetta skal hann senda okkum seinni.

 

Vit valdu at leggja tvær vitjanir á granskingarstovnum hesar báðar vikurnar, so bæði Dávid og vit fingu kunning um, hvat tey fáast við á granskingarøkinum. Hann var eisini við til onkrar fundir. Onkrar dagar varð tíðin brúkt til at skráseta ymiskt á skrivstovuni, t.d. yvirlit yvir bøkur og tíðarrit, sum vit eiga.

 

Dávid er serliga áhugaður í skúla og trivnaðarmálum og eftir at hava tosað eitt sindur um hetta økið, vóru vit samd um, at Dávid skuldi royna at kunna seg við nakað av tí, sum verður gjørt í føroyska fólkaskúlanum fyri at bøta um trivnaðin og basa happing. Hann sendi bræv við spurningum til nakrar skúlar og fekk heilt fitt av tilfari, sum hann síðani hevur arbeitt við. Hann hevur útfrá hesum tilfari og øðrum, sum vit hava funnið við felags hjálp, skrivað eina grein um møguleikar at basa happing. Greinin kann lesast  her

 

Vit halda, at tað hevur verið stuttligt og áhugavert at hava Dávid her og takka fyri vitjanina.