Skriva út
Lagt út: 11.06.2009

Sov og loys trupulleikar

Tá eyguni flyta seg skjótt undir svøvni arbeiðir heilin miðvíst við at loysa trupulleikar fyri teg. Tað vísir gransking , sum verður endurgivin á www.videnkab.dk.

Vanliga verður sagt, at um vit hava ein trupulleika ella eitt vandamál, sum skal loysast, so er tað eitt gott hugskot at ‘sova uppá tað’.

Hendan fólksliga fatanin verður nú staðfest av amerikonskum svøvngranskarum, sum hava hugt nærri eftir fyribrygdinum. Ein neyv kanning vísir nevniliga, at ein góður svøvnur økir um okkara evni at finna skapandi loysnir á trupulleikum við heili 40% Kanningin vísir samstundis, at okkara heili latar upp undir sokallaða REM-svøvninum, tá eyguni flyta seg skjótt, og flestu fólk eisini uppliva at droyma mest.

Granskararnir vita ikki við vissu hví REM-svøvnurin hevur hesa jaligu ávirkanina. Men tað sær út til, at REM-svøvnurin ávikar nøkur evni í heilanum, sum fær heilan at skapa nýggjar bindingar í heilanum, ið aftur førir við sær økt evni at finna skapandi loysnir.

Les alla søguna á www.videnskab.dk