Skriva út
Lagt út: 01.12.2015

SME Instrument - Cut-off dagar í 2016

Føroyskar fyritøkur hava góðar møguleikar at søkja um stuðul til gransking og menning úr Horizon 2020. Fyritøkan kann verða partur av samstarvi um eina verkætlan, sum fevnir um luttakarar úr fleiri londum, ella fyritøkan kann søkja einsamøll í tí útboðnum, sum nevnist SME Instrument.

Tríggjar føroyskar umsóknir eru skrásettar í SME Instrument, harav ein hevur fingið játtað stuðul á 50.000 evrur. Talan er um fyritøkuna Frama, sum arbeiðir við verkætlan, ið skal basa laksalús.

Fyritøkan, sum sendir umsókn til SME Instrument, skal vísa á framleiðslu, sum er búgvin til marknaðin ella har frumsnið fyriliggur. Stuðul kann verða latin fyritøkum í tveimum fasum, umframt at fyritøkan fær ráðgeving.

Útboðini í Horizon 2020 eru skipað í evni. Eisini nógv evni eru í SME Instrument. Tað er EASME (Executive Agency for Small and Medium-sized Enterprises), sum kunnar um útboð og sum tekur sær av innkomnum umsóknum.

Í Horizon 2020 eru vanliga umsóknarfreistir, men tá ið talan er um SME Instrument eru Cut-off dagar, tvs. dagar, tá ið innkomnar umsóknir verða savnaðar saman og mettar, til tess at vita um stuðul kann verða latin.

Verður mett, at umsóknin ikki er búgvin at fáa stuðul, ber til at betra umsóknina og senda inn aftur. Tað er ikki óvanligt at søkja fleiri ferðir.

Cut-off dagar í 2016
Fasa 1:
24 februar 2016, kl. 17:00:00
3 mai 2016, kl. 17:00:00
7 september 2016, kl. 17:00:00
9 november 2016, kl. 17:00:00

Fasa 2:
3 februar 2016, kl. 17:00:00
14 apríl 2016, kl. 17:00:00
15 juni 2016, kl. 17:00:00
13 oktober 2016, kl. 17:00:00

Leita útboð í SME Instrument fram á Participant Portal
Les um SME Instrument á heimasíðuni hjá EASME