Skriva út
Lagt út: 22.01.2015

Skeið í 2015

Danska NCP-tænastan er staðsett í EuroCenter, sum er eind undir Ministeriet for Forskning, Innovation og Videregående Uddannelser, og skipar javnan fyri skeið um evni innan Horizon 2020.

Undir yvirskriftini ‘Styrk din viden om Horizon 2020’ hevur EuroCenter gjørt skrá fyri skeið í 2015, har t.d. kynstri at skriva umsókn og gera fíggjarætlan eru á breddanum. Luttøka á slíkum skeiði gevur vitan, íblástur og amboð, sum fara at styrkja arbeiði við at skriva umsókn til Horizon 2020.

Skeiðini verða fyriskipaði á enskum og donskum máli.
18. februar er skeið á enskum í Keypmannahavn um, hvussu skrivar man kappingarføra umsókn til Horizon 2020
24. februar er skeið á donskum í Keypmannahavn um fíggjarætlan og roknskap í Horizon 2020
10. mars er skeið á donskum í Aarhus um fíggjarætlan og roknskap í Horizon 2020
9. apríl er skeið á enskum um, hvussu man skrivar væleydnaða umsókn til Individual Fellowship (flytføri) í Marie Sklodowska-Curie Actions

Skeiðsfaldarin er her

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá EuroCenter