Skriva út
Lagt út: 28.08.2012

Skattaskjól svart hol í heimsbúskapinum

Beint fyri ólavsøku varð verkstova um spurningin, hví Føroyar ikki vóru eitt skattaskjól eins og fleiri onnur smásamfeløg. Granskaratoymið legði fram niðurstøður frá granskingarverkætlan, har tey hava kannað, hví nakrar smátjóðir gerast skattaskjól og aðrar ikki.

Tey løgdu út við at greiða frá, at skattaskjól ikki er eitt greitt skilmarkað og eintýðugt hugtak. Eyðkennini eru, at talan er um lond við ongum ella lágum skatti, við vantandi gjøgnumskygni, við reglugerðum sum forða fyri millumlanda umbýti av upplýsingum um skattaviðurskifti og uttan krøv um týðandi virksemi á staðnum. Einrfaldasta skilmarkingin er, at landið sjálvt lýsir seg sum skattaskjól.

Tað eru fleiri faktorar, sum eru avgerandi fyri hvussu stór sannlíkindi eru fyri, at eitt land verður skattaskjól. Tey flestu londini hava verið skattaskjól síðani 1970/1980ini. Móti endanum á 1990unum var tað ikki longur væl sæð at gerast skattaskjól og nú eru skattaskjólslond beinleiðis illa sædd.

Nógv fokus hevur í seinastuni verið á spurningin um skattaskjól, sum verða lýst sum eitt svart hol í heimsbúskapinum. Nýggjasta altjóða metingin frá juli 2012 sigur, at tað verða fjaldar uml. 128.000 mia. krónur í skattaskjólum kring heimin. Hetta svarar til samlaða amerikonsku og japansku bruttotjóðarúrtøkuna og er meira enn ríku londini samanlagt brúka uppá menningarhjálp

Granskaratoymið hevur við ymsu eyðkennunum og sannlíkindunum í huga samanborið gongdina í Føroyum, Curaçao í Karibiska Havinum og Cook Islands í Stillahavinum. Tey bæði seinnu eru bæði skattaskjólslond.

Framløgan frá verkstovuni kann takast niður her her

Fleiri greinir ávegis

Í vár kom fyrsta greinin frá verkætlanini út í tíðarritinum European Journal of International Relations. Tað er Jason Sharman, sum hevur skrivað greinina við heitinum: “International Hierarchies and Contemporary Imperial Governance: a Tale of Three Kingdoms”. Til ber at lesa samandrátttin og taka greinina niður her  (krevur hald ella gjald)

Tvær aðrar greinar eru ávegis. Høvuðsfrágreiðingin verður væntandi liðug í heyst.

Nýggir spurningar kannast
Samstarvið í granskingarbólkinum hevur gingið væl, og hetta hevur stuðlað uppundir framhaldandi gransking á økinum. Leonard Seabrook stendur á odda fyri eini stórari verkætlan “STEAL – Systems of Tax Evation and Laundering”. Hendan verkætlanin hevur millum annað fingið játtað 4.8 mió. norskar krónur frá norska granskingarráðnum.

Aktuella verkætlanin er knýtt at eini røð av øðrum lokaðum og virknum verkætlanum og netverkum, m.a. “Legitimacy Gaps in Global Economic Governance: The IMF and Tax Reform” og AGORA (Alliance for Governance Research and Analysis).

Í toyminum, sum hevur arbeitt fyri verkætlanini “Why No Tax Haven in the Faroes?”, eru Guðrið Weihe, Copenhagen Business School (CBS) / Ernst & Young, Juanna Joensen, adjunktur við Stockholm School of Economics, Jason Sharman, professari við Griffith University í Avstralia, og Leonard Seabrooke, professari við CBS, Árni Jóhan Petersen, lesandi við CBS, hevur verið tengdur at verkætlanini sum granskingarhjálpari.

Verkætlanin“Why No Tax Haven in the Faroes?” er partvís stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum

Les um Guðrið Weihe og Juannu S. Joensen í Heilagrunninum