Skriva út
Lagt út: 19.12.2014

Skal finna orsøkir til meningitis í Føroyum

Gunnhild Helmsdal fer í næstum undir eina ph.d. verkætlan, sum skal greina útbreiðslu og árin av meningitis í Føroyum. Hon hevur fingið 1,2 mió. kr. til verkætlanina úr Sjúkrakassagrunninum.

Meningitis er ein av teimum sjúkum, sum foreldur við smáum børnum óttast mest. Sjúkan kann raka fólk í øllum aldri, men smábørn eru í serliga stórum vanda. Lutfalsliga nógv, sum fáa sjúkuna, doyggja, og fleiri fáa álvarsligar skaðar. Eingin munagóð koppseting finst móti tí meningitis B, ið er tað mest vanlig slagið av sjúkuni um okkara leiðir.

Sera nógvir tilburðir av meningitis vóru í Føroyum í 70unum og 80unum. Tey flestu, ið fingu sjúkuna, vóru smábørn, og nógv teirra doyðu. Farsóttin í Føroyum var tann ringasta, ið nakrantíð hevur verið í heiminum. Eingin orsøk varð funnin til farsóttina, men talið av tilburðum minkaði spakuliga, eftir at næstu avvarðandi hjá sjúklingunum vórðu sett í nýggja fyribyrgjandi viðgerð.

Fleiri tilburðir hava verið í somu familjum, og tað gevur ábending um, at ættarbregði er ein orsøkin til stóra títtleikan av meningitis í Føroyum.

Einsháttaðu ílegurnar hjá føroyingum gera, at góðir møguleikar eru fyri at kanna, um ættarbregði hevur ávirkan á títtleikan og avleiðingarnar av meningitis í Føroyum. Gunnhild Helmsdal fer í sambandi við sína ph.d. verkætlan at kanna fleiri teirra, ið høvdu meningitis í 70unum og 80unum. Hon fer millum annað at kanna hoyrn og sjón og sálarfrøðiligu førleikarnar hjá teimum, og blóðroyndir skulu eisini takast, ið kunnu vísa, hvussu væl immunverjan virkar.

Endamálið við verkætlanini hjá Gunnhild Helmsdal er at fáa meiri vitan um meningitis og finna fram til, hvør er í serliga stórum vanda fyri at fáa sjúkuna, og hvørji langtíðar árinini av sjúkuni eru. Úrslitið av hennara kanningum kunnu vera við til at tillaga koppingarætlanina og fyribyrgja nýggjum farsóttum.