Skriva út
Lagt út: 29.11.2012

Sjúkrakassapengarnir í limbo

Í vár samtykti Løgtingið, at pengarnir, sum eru eftir í sjúkrakøssunum, skulu brúkast til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum. Her varð serliga hugsað um gransking á heilsuøkinum, og tí varð avgjørt, at Granskingargrunnurin skal umsita hesar pengarnar innan teir karmar, sum stýrið fyri Sjúkrakassagrunnurin setur. Talan er væntandi um umleið 30 milliónir krónur, sum skulu nýtast til gransking og onnur átøk á heilsuøkinum. Síðani hevur ikki nógv verið at frætt alment um málið.

Herfyri spurdi Fíggjarnevnd Løgtingsins Mentamálaráðið eftir støðuni viðvíkjandi pengunum í sjúkrakassagrunninum og Mentamálaráðið svaraði at: “Tað er Heilsumálaráðið, sum hevur ábyrgd av málinum, til peningurin er útgoldin Granskingargrunninum. Granskingarráðið hevur spurt Heilsumálaráðið eftir málinum, seinast var í farnu viku. Sambært Heilsumálaráðnum bíða tey eftir endaliga svarinum frá sjúkrakøssunum um, hvørja støðu tey hava til samtyktina hjá Løgtinginum. Tey vænta hetta svarið skjótt. Aftaná verður farið undir at skipa sjúkrakassagrunnin sambært teimum viðtøkum, sum vóru lagdar við lógaruppskotinum.”

Í Sjónarhorninum 28. november setti Útvarpið Karsteni Hansen heilsumálaráðharra sama spurning. Hvat hendi við pengunum og hvar liggur málið? Umboð fyri sjúkrakassarnar varð eisini boðið við í sendingina, men hevði sambært útvarpinum givið avboð stutt áðrenn sendingina.

Karsten Hansen greiddi frá gongdini í málinum og segði, at bólturin liggur hjá nevndunum fyri sjúkrakassarnar, sum enn ikki hava tikið endaliga støðu til málið eftir, at Løgtingið við lóg broytti grundarlagið undir avtaluni, sum sjúkrakassarnir og Heilsumálaráðið høvdu samráðst seg til. Karsten Hansen segði seg vænta svar heilt skjótt. Síðani fer Heilsumálaráðið undir at gera neyðuga arbeiðið áðrenn peningurin kann latast Granskingargrunninum at umsita. Hetta skal vera í seinsta lagi 1. januar 2014.

Hóast tað ikki varð sagt beinleiðis, so hoyrdist, at landsstýrismaðurin ikki var serliga fegin um avgerðina hjá Løgtinginum, at peningurin skuldi flytast í Granskingargrunnin. Hann segði tað vera løgið og kennast undarligt, at peningur á heilsuøkinum skal flytast undir ræði á mentamálaøkinum.

Pengar í Granskingargrunninum kunnu oyramerkjast
Ein av snávingarsteinunum í málinum tykist vera ein ótti fyri, hvat peningurin, sum er eftir hjá sjúkrakøssunum, kann verða brúktur til, tá hann ikki er undir beinleiðis ræði á Heilsumálaráðnum og hvør skal avgera, hvat peningurin skal brúkast til. Men hesin óttin er ógrundaður, tí tann spurningurin var loystur longu við lógini, sum Løgtingið samtykti, og við tí lógarverki, sum er fyri Granskingargrunnin.

Í lógini, sum Løgtingið samtykti 3. mai 2012 stendur, at: “Endamál (Sjúkrakassa)grunsins er at veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars.” Víðari stendur, at tað er nevndin fyri nýstovnaða Sjúkrakassagrunn Føroya, sum skal gera leiðreglur fyri, hvat peningurin skal brúkast til. 

Lógin fyri Granskingargrunnin loyvir, at peningur verður oyramerktur til ávís øki, um politiskt ynski er um tað. Umframt at fáa árliga játtan av løgtingsfíggjarlógini, kann Granskingargrunnurin sambært grein 2, stk. 2 taka ímóti stuðli frá øðrum. Í grein 5, stk. 4 stendur, at Granskingarnevndin umsitur Granskingargrunnin og tekur endaliga støðu til, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar. Granskingarnevndin kann tí uttan nakrar løgfrøðiligar forðingar umsita peningin hjá sjúkrakøssunum innan teir karmar, sum lógin um Sjúkrakassagrunnin og stýrið fyri grunnin fer at seta.

Í Granskingarnevndini eru 7 limir, og hesir eru valdir eftir tilmæli frá m.ø. Heilsumálaráðnum. Granskingarnevndin kann, um tørvur er á tí, seta fakligar nevndir av fólki við granskingarførleika. Higartil hevur hesum møguleiki ikki verið brúktur, men tað er væl hugsandi, at ein faklig nevnd hevði verið sett til at gera tilmæli um nýtslu av eini oyramerktari pulju av pengum í Granskingargrunninum, sum t.d. pengarnir frá sjúkrakøssunum. Í grannalondum okkara verða líknandi puljur umsitnar av strategisku granskingarráðunum, tvs. at skilt verður ímillum fríu pljurnar, sum øll kunnu søkja og strategisku ella fakspesifikku puljurnar, sum eru til ávís raðfest øki.

Limbo
Fólk í granskingarumhvørvinum bíða í spenningi eftir, nær farast kann undir at seta út í kortið, hvat slag av verkætlanum, peningurin kann brúkast til og hvussu hann fer at verða útlutaður. Tað er givið, at tað eru nógvir týdningarmiklir spurningar at kanna, at fleiri fólk bæði í Føroyum og aðrastaðni standa klár at fara i gongd, so skjótt høvið býðst og at hesin peningurin kann gera góðan mun á heilsuøkinum og í samfelagnum øllum, tá hol verður sett á og peningurin sleppur í umfar. Til tá standa pengarnir kaldir og gera lítla nyttu fyri Føroya fólk.

Innslagið í Sjónarhorninum kann hoyrast her.
 
Alt løgtingsmálið um pengarnar í sjúkrakøssunum kann lesast her.