Skriva út
Lagt út: 29.05.2018

Sjúkrakassafæið er við til at menna heilsuøkið

Hósdagin 24. mai var árligi granskingardagurin hjá Landssjúkahúsinum. Aftur í ár var tiltakið væl vitjað.

Kasper Kyhl, formaður í granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum, bjóðaði vælkomin og síðani setti Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri dagin. Síðani vóru framløgur, postaraframsýning, heiðurslønarhandan og ein gestafyrilestur á skránni.

Allar tríggjar framløgurnar, sum vóru hildnar, vóru við úrslitum frá verkætlanum, sum eru stuðlaðar fíggjarliga úr Sjúkrakassagrunninum. Hetta halda vit undirstrikar, at peningurin hjá sjúkrakøssunum leypandi verður umsettur til týdningarmikla vitan á heilsuøkinum, soleiðis sum ynski var, tá Granskingarráðið fekk peningin at umsita.

Fyrst vóru tað Sonja Nielsen og Birna Mohr, sum júst hava lokið MSc í heilsuvísindum, sum løgdu fram um verkætlanina: “Stuðul til føroyskar krabbameinssjúklingar”. Hetta er kanningarverkætlan, stuðlað av Høvuðsøki 1.

Síðani var tað Sanne Storm, musikkterapeut og ph.d., sum legði fram um verkætlanina: ”Røddin í miðdeplinum og átaksøki í mun til perinatalan ótta og tunglyndi”. Hetta er partur av størri verkætlan, sum er dygt fíggjað av Høvuðsøki 2.

At enda løgdu Tóra Róin og Katrin á Lakjuni, báðar MSc í heilsuvísindum, fram um verkætlanina: “Eginumsorgan og vitan um hjartaviknan hjá sjúklingum við hjartaviknan í Føroyum”. Hetta er eisini kanningarverkætlan, stuðlað av Høvuðsøki 1.

Meira verður at frætta um hesar verkætlanir seinni.

Ein steðgur var, har gestirnir kundu síggja postararnar, sum vóru gjørdir til dagin. Ein dómsnevnd valdi 3 postarar, sum tey hildu vóru teir bestu. Av hesum varð postarin hjá Marija T. Marcovic kosin besti postari 2018. Hon er lækni og ph.d.-lesandi við partvísari fígging frá Granskingargrunninum.

Jacob Birkler, heimspekingur endaði dagin við fyrilestrinum "Kan man dø for sent?". Fyrilesturin hjá Jacob Birkler setti fokus á okkara hugsan um deyðan og stríð okkara at útseta tað, ið einum er lagað. Hvussu vit skapa eitt heilsuverk, sum ikki bert viðger, men eisini finnur meining í at gevast.

Sí myndir frá granskingardegnum á Facebook síðu okkara

Verkætlanin hjá Marija T. Marcovic

Verkætlanin hjá Sanne Storm

Mynd frá vinstru: Sonja Nielsen, Birna Mohr Joensen,  Sanne Storm, Tóra Róin og Katrin á Lakjuni.