Skriva út
Lagt út: 21.06.2010

Sjálvmorð møguliga í ílegunum


Granskarar hava funnið ílegur, sum møguliga kunnu hava týdning fyri sjálvmorð

Tríggjar ílegur, sum í stóran mun ikki hava verið kannaðar áður, tykjast nú at hava tilknýti til sjálvmorð. Tað er í øllum førum ábendingar um hetta í granskinarúrslitunum hjá einum sponskum granskaraliði frá Mount Sinai Hospital og Columbia Universitinum í New York.

Granskararnir halda, at nýggju úrslitini kunnu møguliga virka fyri at ein ílegu-test kann mennast, sum finnur fram til menniskju, ið hava lyndi til at gera sjálvmorð.

Men granskararnir eru samstundis tilvitaðir um, at sosialir og mentunarligir faktorar eisini hava ein leiklut, og tí er neyðugt at hava hetta í huga, siga teir í eini grein í vísindaliga tíðarritinum American Journal of Medical Genetics.

Granskararnir halda, at umleið 40% av øllum sjálvmorðsatburði kann stava frá ílegunum. Hetta verður váttað í eini kanning av 312 ílegum, harav serliga tríggjar ílegur vaktu ans.

Við hesi nýggju ílegu-testini vóru granskararnir førir fyri at flokka 69% í einum bólki av sálarliga sjúkum monnum.

Enn er tó eingin álítandi test tøk, men granskarar hava seinastu 20 árini í alt størri mun hugt nærri eftir ílegunum samstundis sum teimum sálarligu og sosialu viðurskiftunum.

Sambært alheims heilsustovninum WHO, so gjørdu knappliga 1 mió. menniskju sjálvmorð í 2000.

Kelda: BT.dk