Skriva út
Lagt út: 09.03.2015

Shahin Gaini adjungeraður lektari á SDU

Shahin Gaini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, er 4 mars 2015 blivin knýttur at heilsuvísindaligu megindeildini á Syddansk Universitet sum adjungeraður lektari í ígerðarsjúkum.

Shahin Gaini hevur longu eitt tætt samstarv við Odense Universitetshospital og Syddansk Universitet innanfyri læknafrøðiliga gransking. Tvey ph.d. lesandi á Landssjúkrahúsinum eru innskrivaði á Syddansk Universitet við Shahin Gaini sum vegleiðara. Granskingarøki er serliga innanfyri sepsis, blóðeitran, mikrobiologi, meningitis og aðrar heilainfektiónir.

Les um Shahin Gaini í Heilagrunninum