Skriva út
Lagt út: 31.01.2017

Semja er gjørd um nýggjan sáttmála fyri AKF

Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava gjørt semju um nýggjan sáttmála. Hesin er galdandi fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2015 til og við 30. september 2017. Lønin er hækkað við 2,25 % fyrra árið og 1,9% seinna árið.

Dagførdu lønartalvurnar síggjast her.

Í sambandi við semjuna hava vit dagført dømi um fíggjarætlan til ph.d.verkætlanir, sum finst saman við øðrum skjølum her.

Heitt verður á umsøkjarar, sum hava brúkt eldru útgávu av fíggjarætlanini, um at dagføra tølini í umsóknini. Eru ivamál í hesum sambandi ber til at ringja ella skriva til okkara.

Umsóknarfreistin um stuðul til gransking er 15. februar kl. 12.