Skriva út
Lagt út: 02.12.2015

Seal of Excellence

ES Kommissiónin hevur tikið nýtt stig fyri at tryggja, at sum mest fæst fyri tær íløgur, sum verða gjørdar í Horizon 2020 og fyri at gagnnýta metingarskipanina í breiðari høpi. Talan er um eina váttan, nevnd “Seal of Excellence”, sum verður givin, tá ið umsókn er mett at lúka krøvini til at fáa stuðul úr Horizon 2020, men har játtanarkarmurin í Horizon 2020 ikki loyvir at stuðul verður veittur.

Í Horizon 2020 verður nógv orka og stórar upphæddir nýttar til at meta um innkomnar umsóknir. Tá ið ein umsókn er mett stuðulsverd í Horizon 2020 verður ein góðskuváttan nú givin, sum umsøkjarin kann nýta, tá ið søkt verður um fígging úr øðrum stuðulsgrunnum. Við størri samskipan millum ymsu stuðulsmøguleikarnar í ES høpi, vónar ES Kommissiónin at gagnnýta hesar íløgur enn betur.

 “Seal of Excellence” er ein góðskuváttan, sum verður givin umsøkjarum við lovandi verkætlanum, sum eru mettar so mikið høgt í krevjandi og óheftu metingartilgongdini, at ES skipanin trýr uppá virðið í verkætlanini og harvið kann viðmæla hana. Váttanin verður givin saman við svarinum frá ES Kommissiónini á Participant Portal.

Skipanin verður fyrst roynd í mun til smáar og miðalstórar fyritøkur, sum søkja í SME Instrument, men ætlanin er at víðka skipanina til at fevna um onnur stuðulsøki í Horizon 2020.

Les um Seal of Excellence her

Les spurningar og svar um Seal of Excellence her