Skriva út
Lagt út: 28.04.2006

Samstarv millum Føroyagrunnin og Granskingarráðið

Føroyagrunnurin frá 1971 og Granskingarráðið hava gjørt samstarvsavtalu um umsiting av stuðli til ph.d. verkætlanir innan fiskivinnu.

Eitt av endamálunum hjá Føroyagrunninum er at lata stuðul til lesandi innan fiskivinnu, og framyvir fer grunnurin at lata hendan stuðul til ph.d verkætlanir. Roknað verður við, at grunnurin fíggjar eina nýggja ph.d. verkætlan um árið.

Av tí at upphæddin, sum Føroyagrunnurin hevur tøka til hetta endamál, er lítil, heldur nevndin í grunninum tað ikki verða rætt, at grunnurin átekur sær at lýsa eftir og viðgera umsóknirnar fakliga, men heldur at brúka teir førleikar, sum Granskingarráðið hevur innan hetta økið.

Granskingarráðið fær nógvar umsóknir um stuðul til ph.d. verkætlanir, men hevur ikki møguleika fyri at veita fígging til allar skikkaðar umsóknir. Samstarvsavtalan snýr seg í høvuðsheitinum um, at Granskingarráðið boðar Føroyagrunninum frá ph.d verkætlanum, sum lúka formligu krøvini hjá ráðnum og snúgva seg um fiskivinnu. Síðani viðgerð nevndin í Føroyagrunninum hesar verkætlanir og tekur avgerð um, hvør fær játtað stuðul úr grunninum. Granskingarráðið skrivar sáttmála við játtanarmóttakaran og hevur umsitingarligu ábyrgdina av verkætlanini.

Heinta avtal u