Skriva út
Lagt út: 17.06.2014

Samband millum D-vitamin trot og autismu kannað

Í nýggjari grein, sum fleiri føroyskir granskarar hava verið við til at skrivað, eru kanningar av ungum føroyingum við autismu lýstar.

Granskararnir hava kannað, hvørt tað er samband millum D-vitamin trot og autismu. Hetta verður gjørt, tí at tað er skotið upp, at D-vitamin trot kann vera ein vandatáttur fyri at menna autismu spectrum disorder (ASD).

D-vitamin innihaldið (25-Hydroxyvitamin D3) varð kannað hjá fólki úr øllum Føroyum. Í kanningarbólkinum vóru 40 ungfólk í aldrinum 15–24 ár við ASD. Tey høvdu munandi lægri D-vitamin innihald enn systkin teirra, sum mennast vanliga, og foreldrini. Hetta var eisini munandi lægri enn hjá 40 fólkum í kontrollbólki. Ábendingar vóru um, at menn høvdu lægri D-vitamin innihald enn kvinnur. Granskararnir kannaðu eisini ávirkanina av aldri, nær á árinum viðkomandi er føddur, IQ, ymsar undirbólkar av ASD og úrslit á Autism Diagnostic Observation Schedule. Her var einki samband funnið. Sera lága D-vitamin innihaldið hjá ASD bólkinum bendir á onkra undirliggjandi sjúkuelvandi mekanismu.

Rithøvundarnir eru Eva Kočovská, Guðrið Andorsdóttir, Pál Weihe, Jónrit Halling, Elisabeth Fernell, Tormóður Stóra, Rannvá Biskopstø, I. Carina Gillberg, Robyn Shea, Eva Billstedt, Thomas Bourgeron, Helen Minnis, Christopher Gillberg.

Greinin kallast "Vitamin D in the General Population of Young Adults with Autism in the Faroe Islands" og kann lesast her 

Úrslitini av hesi kanningini eru partur av ph.d.arbeiðinum í sálafrøði hjá Eva Kočovská. Hon skal verja ph.d. ritgerðina við Glasgow University 2. juli 2014.

Granskingarnevndin játtaði 26 mai kr. 193.650 til eina verkætlan hjá Jónrit Halling, sum er í sama øki. verkætlanin kallast: “Kviksilvur dálking og D-vitamin støði í móðurlívi – sambandið millum hesi og autismu.”