Skriva út
Lagt út: 07.06.2023

Sálarheilsan undir barnsburði og eftir føðing kannað

Í dag legði Sanne Storm fram týdningarmestu úrslitini í landsfevnandi kanning av sálarligu heilsuni hjá føroyskum kvinnum, meðan tær eru við barn og eftir at tær hava átt. Hetta eru úrslit frá verkætlan, sum Sanne Storm tók stig til og fekk stuðul til frá Sjúkrakassagrunninum. 

Umleið 70 fólk vóru til tiltakið í Kongshøll, tey flestu fakfólk á økinum.

Sanne Storm byrjaði tiltakið við at takka teimum mongu, sum hava luttikið í kanningunum, og teimum, sum hon hevur samstarvað við um kanningarnar. Síðani greiddi hon frá bakgrundini og endamálinum við verkætlanini og eisini týdningarmestu úrslitunum.

Sólrun Foldbo, leiðari á Gigni, greiddi frá startskotinum til verkætlanina, tá tað í 2012 varð farið undir landsfevnandi snarkanning - Edinburgh Postnatal Depression Scale (EPDS) - av øllum barnakonum í Føroyum fyri at kanna trivnað og sannlíkindi fyri burðartunglyndi. Samstundis varð samstarv og ábyrgdarbýtið avtalað millum Gigni, kommunulæknar og Psykiatriska Depilin, sum skuldi taka hond um tær kvinnur, sum høvdu tørv á tí.

Kanningarnar vístu manglandi trivnað longu undir viðgongutíðini, at tað ofta gekk ov long tíð til at fáa hjálp og at ikki øll hættu sær at biðja um hjálp.

Hendan vitan leiddi til verkætlanina um sálarheilsuna hjá føroysku kvinnum í viðgongutíðini og eftir føðing,, sum Sanne Storm hevur verið leiðari fyri. Endamálið var at kanna sálarheilsuna, meta um títtleikan av strongd og angist, vandan fyri tunglyndi og í síðsta enda at endurskoða og betra mannagongdir á økinum, fyri at kunna veita ein skjótan og og heilsufremjandi innsats tvørtur um geirar.

Verkætlanin fevndi um tvær ymsar kanningar.

Onnur var ein eyka ljóðsmøðraviðtala, sum setti ljóskastaran á trivnað, hon kallaðist: “Hvussu hevur tú tað?”. Her vóru nýtt ymisk amboð, áðurnevnda EPDS kanningina og tvær aðrar kanningar, PSS og SCS. Tað vóru Annika Hoydal og Margretha Thomsen, ljósmøður, sum gjørdu hesar kanningar. Annika Hoydal greiddi frá hesum kanningunum av meira enn 400 kvinnum kring alt landið.

Kanningarnar víst nógv áhugaverd úrslit, m.a. at umleið 18% av kvinnum høvdu ein ávísan til stóran vanda fyri at fáa burðartunglyndi í viðgongutíðini og 11% eftir føðing. 23% høvdu angist í viðgongutíðini, 14% eftir føðing.  Í kanningunum verður farið meira í smálutir og ymsir vandatættir verða lýstir, m.a. traumu, misnýtsla, strong og angist, umframt sálarligar avbjóðingar.

Úrslitini frá serligu ljósmøðrakanningunum vórðu samanborin við dátur frá EPDS kanningunum hjá Gigni.

Samlaða niðurstøðan í verkætlanini var, at tað hevur týdning at seta sjóneykuna á trivnaðin hjá barnakonum longu í viðgongutíðini og at veita skjóta og munadygga hjálp. Mælt verður til betri samstarv millum geirarnar á heilsuøkinum og framhaldandi snarkanningar fyri at eyðmerkja og hjálpa mammum, sum eru í vanda fyri at fáa burðartunglyndi.

Øll frágreiðingin kann lesast her