Skriva út
Lagt út: 19.11.2012

Ritgerð um familjurættarmál millum Føroyar og Danmark

Sólvá Dam og Halla Ellefsen skrivaðu í 2011 høvuðsritgerð á juralestrinum við heitinum "Interprovinsielle familieretlige problemstillinger mellem Færøerne og Danmark ". Ritgerðin er nú útgivin í tíðarritinum Justitia nr. 5 - 2012.

Lesarin fær innlit í rættarstøðuna hjá Føroyum og Danmark í ljósinum av ríkisfelagsskapinum. Kjarnin í høvuðsritgerðini eru teir trupulleikar, sum kunnu standast av, at tað eru tvær ymiskar lógir galdandi á foreldramyndugleika- bústaðar- og samveruøkinum, nevniliga lóg um foreldramyndugleika og samveru í Føroyum og foreldraábyrgdarlógin í Danmark.

Tað er Djøf Forlag, sum hevur tíðarritið Justitia út. Les meira um Justitia her