Skriva út
Lagt út: 25.03.2008

Risastór KST stevna í Lyon

Tey næstu tíggju árini fara vit at síggja týdningarmiklar tøkniligar, ídnaðarligar og handilsligar  broytingar innanfyri KST - kunningar og samskiftistøkni. Á ‘ICT 2008’ verður Europeiska dagsskráin sett fyri tey næstu tíggju árini tá talan er um KST- gransking og menning.

Á stevnuni fara slóðbrótandi visionerar frá vísindi og ídnaði at viðgera evni so fjølbroytt sum leiklutin hjá Europa í at mynda framtíðina innan internet, leiklutin hjá KST til at fremja hugsjónina um burðardygga menning og alternativar leiðir fyri KST lutum og skipanum í framtíðini.

Stevnan verður í døgunum 25. - 27. november 2008

Les meir um tiltakið her