Skriva út
Lagt út: 26.09.2015

Rigmor Dam helt røðu á Vísindavøkuni 2015

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í undirvísingar-, granskingar- og mentamálum, helt røðu á Vísindavøkuni 2015 í iNOVA fríggjadagin 25. september:
Góðu tit øll!

“Tað er betri at gita enn at vita”
“Granskarar duga ikki at miðla”
“Einki kemur burturúr gransking”
“Gransking er ikki fyri vanlig fólk”

Hesar løgnu útsagnir standa á smáum visitkortum, sum Granskingarráðið hevur framleitt fyri at varpa ljós á týdningin av gransking – tí sjálvsagt vekja slíkar útsagnir ans, tá ið vit síggja tær á prenti.

Vísindavøka hevur verið allan dagin her í iNOVA, og hildið verður fram nú seinnapartin og í kvøld við fyrilestrum og tiltøkum. Eg takki fyri høvi at siga nøkur orð og fegnist sum nýsett landsstýriskvinna í granskingarmálum um hetta sera áhugaverda og upplýsandi tiltak, sum vendir sær til okkum øll og er við til at víðka okkum sjónarringin. Á Vísindavøkuni verður ljós varpað á granskingina og týdning hennara fyri samfelagið. Í Vísindavøkublaðnum verður greitt frá, at tiltakið er partur av evropeiska tiltakinum Researchers’ Night, og at tiltakið í ár verður hildið í 250 býum. Tað er frálíkt, at vit í Føroyum eisini eru við og síggja týdningin av at seta granskingina í miðdepilin. Øll við áhuga kunnu nema sær nýggja vitan, eisini tey, ið ikki vanliga takast við gransking og nýskapan. Granskaraheimurin kann tykjast veruleikafjarur fyri mong, men á hesum tiltaki og gjøgnum Vísindavøkuna sum heild ber til at fáa eina betri fatan av granskingini m.a. við at at hitta granskararnar til verka ella “in action”.

Vísindavøkan hevur verið á ferð kring alt landið hesa vikuna, og granskarar hava greitt frá síni gransking bæði í skúlum, stovnum, almennum bókasøvnum og á arbeiðsplássum. Granskingin hevur tí verið atkomulig hjá nógvum borgarum, sum hava brúkt høvi at forvitnast um eitt hvørt evni.

Eitt er nevniliga at granska, annað er at miðla granskingina, so hon røkkur longri enn til sjálvt granskingarumhvørvið. Hetta er ein avbjóðing, sum granskararnir lofta m.a. við at bjóða seg fram til at ferðast kring landið at greiða frá og miðla. Miðlaheiðurslønin er eisini sett á skrá fyri at heiðra granskarum ella øðrum, sum duga at miðla granskingarúrslit, vísa á týdningin av gransking ella annan hátt varpa ljós á nyttuna av vísindum. Tað verður spennandi seinni í kvøld at vita, hvør fær heiðurslønina í ár.

Gransking er nær knýtt at útbúgving og nýskapan. Granskingin gevur høvi nágreiniliga at kanna ymiskt, sum hevur týdning fyri ymsar tættir í samfelagnum og fyri fatan okkara av heiminum. Okkara evni at hugsa nýtt og øðrvísi eru mangan við til at finna loysnir upp á avbjóðingar, vit møta í gerandisdegnum.

Útbúgving og gransking eru sera týdningarmikil mál, sum eg ætli mær at taka í størsta álvara sum landsstýriskvinna. Granskingin skal uppraðfestast, og eg haldi tað vera alneyðugt, at bond verða varðveitt ella knýtt millum útbúgvingarstovnarnar, granskingarstovnarnar, mentanargeiran og vinnulívið. Samstarvið kann føra til nógv spennandi átøk og nýbrot. Vit mugu gera íløgur í útbúgving og gransking, tí gera vit tað, skapa vit eisini gróðrarbotn fyri nýhugsan og nýskapan, vit skapa eitt meir áhugavert samfelag og harvið størri atdráttarmegi, so fleiri velja Føroyar.

Eg eri eisini spent uppá, hvat limaskapur okkara í ES granskingarskránni Horizon 2020 fer at føra við sær. Í Horizon 2020, sum fevnir um stuðul til gransking, menning av nýggjari tøkni og nýskapan, verður dentur lagdur á samstarv millum granskarar og vinnulívsfólk, og brýr skulu byggjast millum gransking, nýskapan og framleiðslu. Málið er at skapa vøkstur og nýggj arbeiðspláss, umframt at loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri framman.

Harumframt kunnu smáar og miðalstórar fyritøkur leita upplýsing og ráðgeving um ymisk granskingar- og nýskapanarøki. Til ber m.a. at fáa stuðul í tilgongdini, tá ið framleiðsla/úrtøka verður gjørd búgvin til marknaðin. Tað er mín vón, at føroyskir granskarar og føroyskar fyritøkur fara at troyta allar teir møguleikar, ið eru í hesi skránni til gagns fyri føroyska samfelagið.

Eg legði fyri við at vísa á løgnu útsagnirnar, sum Granskingarráðið hevur prentað á visitkort fyri at varpa ljós á týdningin av gransking.

Vónin er, at niðurstøðan av Vísindavøkuni er: At tað er betri at vita enn at gita, at granskarar duga at miðla, at nógv kemur burtur úr gransking, og at gransking avgjørt er fyri vanlig fólk!

Eg vil fegin takka stjóranum í Granskingarráðnum, Anniku Sølvará, og øllum øðrum, sum hava verið við til at skipa fyri Vísindavøkuni, sum eg haldi er eitt forvitnisligt tiltak. Síðan vil eg at enda ynskja tykkum øllum eina góða Vísindavøku við hesum lærusetningi, hvørs uppruni ikki er heilt greiður:

Ikki alt, sum kann teljast, telur.

Ikki alt, sum telur, kann teljast

Takk fyri!